Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tjóðarframsýning fyri rasuhundar

Hundaeigarafelag Føroya

Fyri aðru ferð í ár skipar Hundaeigarafelag Føroya fyri tjóðarframsýning. Hendan framsýning er fyri rasuhundar og er tað blivin ein sportur fyri luttakararnar at venja, pleyga og halda sínum hundum so væl at teir vísa seg sum bestu rasurepresentantar.

Fyri aðru ferð í ár skipar Hundaeigarafelag Føroya fyri tjóðarframsýning. Hendan framsýning er fyri rasuhundar og er tað blivin ein sportur fyri luttakararnar at venja, pleyga og halda sínum hundum so væl at teir vísa seg sum bestu rasurepresentantar.

Dómari hesu ferð er Svend Løvenkjær úr Danmark.

Myndin er frá einari Juniorhandlarakapping, har børn og ung kappast um at verða dugnaligast til at vísa og handfara sín hund. Ofta er tað frá teimum ungu, at teir eldru hundaeigararirnir skullu læra hvussu man ger tá ið mann framsýnir hund sín. Tí at tey ungu eru so avberða dugnalig og taka sína uppgávu av álvara.

Á framsýningini byrjar dagurin við at finna besta hvølpin á degnum, síðani verður tað børn og ung, sum á degnum tilmelda seg og hundin til juniorhandling, kappast. Eftir hetta byrjar sýningin av vaksnu hundunum og heldur framm til 15 – 16 tá skulu teir hundarnir sum hava vunni sín bólk kappast um at verða nr. 1, 2, 3 og 4 eisini kalla Best In Show.

Sum vant verða fleiri sera góðir vinningar lutaðir ímillum luttakarar og áskoðarar. Tað eru baði stórir og minni vinningar sum góðir stuðlar hjá HUFF lata, sosum frá Dekksentrið, Labbin.fo, Eikin, Royal, No.10, Strok vf. Hundaeigarafelag Føroya takkar hjartaliga fyri allan stuðul.

Leygardagin 30 aug í Hoyvíkshøllini, frá kl 10 – 16 uml.