Tá kanningarstjórin á middegi helt \”frokost-pause\” vóru høvuðstíðindini í KVF eitt brot frá rættarfundinum tá Jens Vang advokatur spyr løgmann um hann við hvørt minnist illa og fær black out. Hetta fekk kanningarstjóran sjálvan at takað orðið tá rættarfundurin var settur beint eftir døgurða. Gammeltoft minti tey sum lýddu á, sum øll vóru umboð fyri miðlarnar, at tað var púra vanligt at vitnir kundu minnast skeivt ella als ikki og tí varð tað heldur einki ónatúrligt at spurt var inn til hetta. Hetta segði Hans Gammeltoft Hansen meðan hann festi eyguni á umboðini fyri Kringvarp Føroya, sum høvdu gjørt nógv burtur úr setninginum hjá Jens Vang í tíðindasendingini og lýstu løgmann sum ein stutt mintan persón sum var plágaður av black-out.
Tá kanningarstjórin á middegi helt “frokost-pause” vóru høvuðstíðindini í KVF eitt brot frá rættarfundinum tá Jens Vang advokatur spyr løgmann um hann við hvørt minnist illa og fær black out. Hetta fekk kanningarstjóran sjálvan at takað orðið tá rættarfundurin var settur beint eftir døgurða. Gammeltoft minti tey sum lýddu á, sum øll vóru umboð fyri miðlarnar, at tað var púra vanligt at vitnir kundu minnast skeivt ella als ikki og tí varð tað heldur einki ónatúrligt at spurt var inn til hetta. Hetta segði Hans Gammeltoft Hansen meðan hann festi eyguni á umboðini fyri Kringvarp Føroya, sum høvdu gjørt nógv burtur úr setninginum hjá Jens Vang í tíðindasendingini og lýstu løgmann sum ein stutt mintan persón sum var plágaður av black-out.
Tað var annars imponerandi at síggja og uppliva hvussu væl fyri løgmaður tyktist at verða og teir fýra tímarnar hann sat í rættarsalinum hevði løgmaður einki niðurskrivað notat at styðja seg til og tað kom næstan ikki fyri at løgmaður ráðførdi seg við hjásitara sín. Tað kom fyri at hann rættaði kanningarstjóran, Gammeltoft, og Jens Vang, sum virkar sum spyrjari, tá hesir fløktust í dato og klokktíma tá fundir og persónligar samrøður við ymisku partarnar í málinum vóru.
Eftir tí sum kom fram í Føroyarætti í dag, tykist løgmaður at standa á tryggari grund, tí hann undirbygdi sína frágreiðingar við útskriftum av teldupostum – serliga ein har aðalstjórin í Innlendismálum váttar yvir fyri løgmansstjóranum at løgmaður segði rætt um CIP avtaluna. Eisini vísti hann til útskrift av gerðabókini hjá rættarnevndini har Kári P. Højgaard yvir fyri løgtingsins rættarnevnd sigur at tað var hann sum gjørdi avtaluna við CIP.
Løgmaður segði at fundirnir, hann hevði havt við umboð við CIP, vóru kunnandifundir, har løgmaðurgreiddifrá politisku støðuni, og hví málið skuldi leggjast fyri Løgtingið aftur.
Løgmaður legði dent á, at hann ongantíð hevur gjørt nakra avtalu við CIP um nøkur viðurskifti í sambandi við Skálafjarðartunnilin. Løgmaður hevði tveir fundir við CIP, dag um dag. Fundirnir komu í lag eftir áheitan frá Innlendismálaráðnum. Ráðið ynskti, at løgmaður greiddi CIP frá politisku støðuni, sum hevði ført til, at samgongan hevði avgjørt at leggja málið um Skálafjarðartunnilin fyri tingið aftur.
Um heimildina hjá landsstýrismanninum í innlendismálum til at skriva undir sáttmála, soleiðis sum ætlanin var við CIP, segði løgmaður, at hesin spurningur ongantíð varð nevndur yvirhøvur. Hetta var málsøki innlendismálaráðsins, og løgmaður hevði fult álit á, at Innlendismálaráðið við sínum embætisfólki og serkønu advokathjálp í málinum hevði fulla greiði á slíkum spurningum.
Spurdur um Break Fee avtaluna greiddi løgmaður at hann helt at hetta var rímuligt krav tí samráðingarnar vóru komnar langt og CIP kundi vísa á útreiðslur sum teir høvdu havt av fyrireikingunum. Harafturat vóru eisini pengar tøkir av konto til projektering og av eini verkætlan sum kostaði omanfyri milliardina helt løgmaður ikki at tað ljóðaði nógv, at Innlendismálaráðið gjørdi eina avtalu við CIP um eina mió. kr. Avtalan var gjørd fyri at CIP skuldi standa við avtaluna, sum var klár at undirskrivað, meðan løgtingið fekk stundir at viðgera málið um Skálafjarðartunnilin enn einaferð – eftir at Løgmaður hevði kraft málið fyri løgtingið.
Kári P. Højgaard settur undir eitt ómenniskjaligt trýst
Hóast kanningarstjórin fleiri ferðir minti løgmann á at hann ikki hevði skyldu av svara øllum spurningum so var tað ongantíð at løgmaður ikki svaraði.
Tað gav at bíta tá Jens Vang vildi hava at vita nágreiniliga hví Løgmaður valdi at siga Kára úr starvið.
– Løgmaður spurdi um hann vildi hava at vita hvussu hann gav fólki sekkin?
Kanningarstjórin, Gammeltoft, minti løgmann á at hann hevði ikki skyldu at svara.
Løgmaður hugsaði seg um og so segði hann hugsanarsamur at Kári var settur undir eitt fullkomiliga ómenniskjaligt trýst. Hetta var svárt at eygleiða tí Kári P. Højgaard er eitt erligt menniskja og kundi ikki funnið uppá at gjørt nakað sum var ímóti løgfrøðiligu ráðgevingini í Innlendismálaráðnum. Og Kári hevði alla tíðina arbeitt eftir tí løgtingslóg sum ein greiður meiriluti av løgtinginum hevði samtykt at Skálafjarðatunnilin skuldi bjóðast privatum at byggja og reka.
Tað vísti seg eisini at Landsverk arbeiddi við hond og fót móti privatu verkætlanini og m.a. broytti Landsverk sína meting av verkætlanini fleiri 100 mió. kr.. Hetta fekk landstýrismaðurin ongantíð nakra frágreiðing uppá og avgjørdi tí ikki at kunna tingið um hetta. Tað er landsstýrismaðurin sjálvur sum má standa inni fyri at teir upplýsingar hann letur tinginum eru rættir og hann helt ikki at hann kundi lata tinginum so ófullfíggjaðar upplýsingar. Tá landstýrismaðurin hevði undirskrivað break fee avtaluna við CIP sum hansara egna ráð og løgfrøði søgdu at hann hevði heimild til, var Landverk sitera í miðlunum fyri at siga at teir mettu ikki at landstýrismaðurin hevði heimild at garentera CIP eina millión. Løgmaður helt sera lítið um hetta úttalilsið frá Landsverk hvørs serfrøði var at byggja vegir og brýr og sum nú úttalaði seg beint ímóti løgfrøðiligu serfrøðini í Innlendismálaráðnum og tinganesið. Undir avhoyringunum fekk ein tað greiðu fatan at Landsverk blandaði seg uppí politisku viðgerðina við at leka misvísandi upplýsingar til pressuna, sum skuldu skapa øsing um privatu verkætlanina.
Løgmaður segði at tað var eitt stórt persónligt niðurlag fyri Kára tá Løgmaður boðaði honum frá at hann hevði tikið eina politiska avgerð um at tunnilsmálið skuldi aftur niðan í løgtingið, tí so kundi løgtingið sjálvt taka støðu til teir ivaspurningar sum vóru settir. Hesa avgerð tók løgmaður einsamallur eftir at hann hevði grunda yvir málið eitt vikuskifti. Men tað vóru ongar grensir fyri hvussu ávísir miðlar jagstraðu Kára. Eitt nú skuldi privata verkætlanin kostað landskassanum 600 mió. kr. í íbindingar vegum og nýggjum innkoyringarvegi til høvuðsstaðin og vegi omanfyri Runavíkina. Hetta var mjarra dag um dag av politikarum og ávísum miðlum. Hetta var reinur heilaspuni – men øsingin var øðilig og kendi ongan enda. Í sáttmálanum við CIP var púra greitt at privata felagið skuldi byggja tunnil og íbindingarvegir í nærmasta landsveganet. Nýgerð av innkoyringini til Havnina og ein møguligur vegur oman fyri Runavík høvdu einki við tunnilin at gera. Um tunnilin varð bygdur ella ikki so noyddist tað almenna álíka væl at byggja hesar vegir, fyrr ella seinri. Og Tjóðveldi koyrdi eina øsingarherferð um at hetta skuldi byggjast fyri danskar pengar og at nakrir danskir pensjónistar fóru avstað við einum ógvusligum vinningi – og soleiðis kókaðu søgurnar í miðlunum. Endin var at løgmaður metti at førleikin hjá Kára at fáa politisk mál gjøgnum løgtingið var so nógv skerdur av herferðini móti Skálafjarðartunnlinum at løgmaður valdi at loysa hann úr starvið. Men samstundis bjóðaði hann Sjálvstýrisflokkinum at halda fram í samgonguni, men tað ynsktu tey ikki.
Løgmaður kom sum sagt væl frá flestu spurningum og tað merktist ongantíð á løgmanni at hann var ósikkur hóast hann sum sagt eingi notat hevði frammanfyri sær.
Undirritaði eygleiddi løgmann sera gjølla hendan dagin í Føroya Rætti, og tað skerst ikki burtur at Kaj Leo virkaði erligur og veruliga glaður um at sleppa at siga søguna um Skálafjarðartunnilin soleiðis sum hann upplivdi tað.
Sjálvandi verður alt sum løgmaður førdi fram í Føroya Rætti eftirkannað og kanningarstjórin legði áherðslu á at tað kundi gerast neyðugt hjá løgmanni eftirfylgjandi at útgreinað nakrar spurningar, men á rættarfundinum í dag var eingin ábending um at Føroya Løgmaður skal hava forbrotið seg móti stýrisskipanini og harafturat skal hava logið fyri løgtingingum – tí sum sagt legði løgmaður baði munnliga og skriftlig prógv fyri at tað var ikki hann sum gjørdi avtaluna við CIP.




