Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Spenningurin við sjólívinum dregur

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

Long samrøða: Tað sigur Árni Poulsen, sum í næstan 20 ár hevur verið útróðrarmaður í Klaksvík.

48 ára gamli Árni Poulsen hevur verið sjómaður í umleið 24 ár, har hann meginpartin hevur verið útróðrarmaður. Hann er eisini millum teir fáu, sum framvegis hava útróðrarlívið sum livibreyð.


Fiska arbeiðið dró

Árni Poulsen hevði longu í skúlaaldri áhuga fyri sjólívi og tí, sum har til hoyrdi, og tað fylgdi honum seinni.

– Eftir skúlatíð plagdi eg at fara at egna. Hetta var fyrst í 1980’unum. Eg minnist, at eg egndi hjá Árnabúgvanum og um tað tíðina egndu allir egnararnir hjá øllum bátunum í sama rúmi. Um eg skal nevna onkran skjótan egnara um ta tíðina, so kann eg nevna Bent Tommy Linklett og Knút Nielsen. Síðani arbeiddi eg á Norðborg onkra summarferiu. Har arbeiddu vit fyri tað mesta við saltfiski. Eg saltaði, pakkaði og landaði. Tað var ein góð tíð. Frá 1983 til 1986 hevði eg arbeiði hjá telefonverkinum. Og frá 1986 fór eg at læra til rørleggjara, har eg bleiv útlærdur í 1990. Eftir tað byrjaði mítt veruliga sjólív. Fyrstu árini var eg við Vesturlíð, sum var opin útróðrarbátur hjá Jógvan Olaf og Ova Vesturlíð og seinni við snellu umborð á Fagrakletti, sum sakk nakað eftir, at eg var farin av, sigur Árni Poulsen.


Bleiv útróðrarmaður

Árni Poulsen sigur, at í mitt í 1990’unum bleiv útróðrarlívið hansara arbeiðspláss og í hesi vinnu er hann enn tann dag í dag.

– Mitt í 1990’unum fór eg við útróðrarbátinum Turid. Hetta var um tíðina, tá fiskurin kom aftur á grunnarnar. Hetta bleiv ein góð tíð hjá útróðrinum, tó at prísirnir ikki kundu samanberast við prísirnar seinni, tá toska prísurin kom uppá eini 30 krónur. Tað var eisini sera nógvur fiskur okkurt árið. Eg minnist einu vikuna, tá vit við Turid fingu 97.000 pund eina viku, har meginparturin var toskur. Hetta fingu vit á 5 setum, har Hans Pauli Purkhús var skipari. Tað má vera met ella nær við at vera viku met fyri ein útróðrarbát í Føroyum. Annars vóru vit við kalva línu í Íslandi um summarið, sigur Árni Poulsen.


Fór við Bragd

Í 1999 fór Árni Poulsen við útróðrarbátinum Bragd, har hann hevur verið síðani.

– Eg havi siglt við Bragd síðani 1999, har John Kári Jacobsen hevur verið skipari líka fram til fyri einum ári síðani, tá Oddmar Niclasen tók yvir sum skipari. Serliga fyrstu árini var nógvur fiskur at fáa, og tað var hugaligt at rógva út. Tað besta árið haldi eg vit tjentu 500.000 krónur. Tá skal ein minnast til, at vit bara vóru úti í umleið 100 dagar. Men hesi seinastu árini hevur fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum verið ov vánaligur, og nú er inntøkan ikki nøktandi, sigur Árni.


Hvussu sær ein dagligdagur út?

Men fyri tey sum ongantíð hava róð út er kanska spennandi at fáa at vita, hvussu ein gerandisdagur sær út hjá einum útróðrarmanni.

– Tað er eitt sindur ójavnt, hvussu langur ein túrur er hjá okkum umborð á Bragd, har tríggir mans eru umborð, meðan ein er heimamaður. Men typiskt liggur ein útróðrartúrur um 16 tímar ella nakað longri enn tað. Tað veldst um, hvussu langt er at sigla. Fara vit beint norður um, sum vit ofta gera, so tekur tað vanliga tveir tímar at sigla. Síðani tekur tað tveir tímar at seta. Og at draga 60 stampar, sum vit ofta hava við, tekur umleið 10 tímar. Og so er tað at sigla heim aftur. Vit sova, tá vit sigla út, og tá vit sigla heim. Viðvíkjandi eting, so eta vit vanliga eina lætta máltíð við breyði, tá vit eru lidnir at seta. Og so eta vit døgurða, tá vit sigla heim aftur. Tað er oftast matur, sum er skjótur at gera so sum kylling, fleskasteik, frikkadallir og knettir. Tá vit rógva út dag um dag, so er ikki altíð, at tíð er at fara til hús ímillum. Tað veldst um sjóvarfall, sigur hann og leggur afturat, at kanska harðasta fysiska arbeiðið er at lyfta stamparnar umborð og í land. Men hetta er blivið munandi lættari seinnu árini, nú teir hava fingið serliga band at hjálpa við hesum, sigur Árni.

Hesi seinastu árini hava teir verið við nylonlínu á serligari trumlu, og tá er gerandisdagurin øðrvísi. Vit spyrja eisini, hvussu er við reinføri umborð ein túr, sum er í fleiri dagar.

– Og tá tú spyrt um reinføri, so fer eingin í brúsu ein slíkan túr. Eg veit ikki um, at tað er nakrantíð hent. Men ein brúsa er umborð, so tað hevði borið til. Tá vit eru við nylonlínu, so egna vit sjálvir umborð og klipsa teymin á. Tað er langt millum húkarnir, so tað er eingin trupulleiki. Typiskt hava vit makrel ella brosmu sum agn. Brosmu, sum vit fiska sjálvir. Hesir túrar eru vanliga millum 5-7 dagar. Tað merkir, at vit eru meira ávirkaðir av rulli, tí tá ein arbeiðir í fleiri dagar í nógvum rulli, so blívur ein rættuliga móður. Viðvíkjandi svøvni, so sova vit um náttina, tá vit royna við nylonlínu., sigur hann.


Framtíðin hjá útróðrinum

Árni Poulsen er ikki so bjartskygdur um framtíðina hjá útróðrarvinnuni.

– Eg tími væl at rógva út. Tað er spenningurin sum dregur. Hetta við at fáa fisk og at ein ongantíð veit, hvat ein túrur hevur at bjóða. Men inntøkan er ikki nøktandi longur, hóast vit eisini hava eina minstuløn skipan, sum vit tó sum oftast koma uppum. Vit hava gott 90 dagar, men so hoyrir ein allatíðina um, at dagarnir kanska fækkast enn meira. Eftir míni meting skuldi ein fingið dagarnar aftur ókeypis, tá fiskiskapurin tók seg uppaftur og ikki keypt hesar fyri nógvar pengar. So mín áheitan skal vera, at vit fáa dagarnar aftur, tá fiskiskapurin tekur seg uppaftur. Ein skal ikki gjalda fyri at sleppa til arbeiðis, sigur Árni Poulsen.


Sjómannadagurin

At enda spyrja vit Árna, hvussu hann plagar at njóta Sjómannadagin.

– Eg plagi at vera á staðnum, har Sjómannadagurin verður hildin. Tað er áhugavert at fylgja kappingunum og at møta fólki. Sjálvur havi eg bara einaferð verið við í eini kapping, tá vit høvdu togtogan, so eg eri mest áskoðari. Og so er sjálvandi hugnaligast, tá veðrið er gott. Um kvøldið verður tað so ein býtúrur, sigur Árni Poulsen at enda.