Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Borgarstjórin takkar Gísla

Tekstur og myndir: Dávur Winther

Klaksvíks- ogføroyavinurin, Gísli Gíslason, langaði nevan í borðið yvir fyri myndugleikunum í Íslandi. Gísli Gíslason sum er havnarstjóri fyri Faxaflógahavnir, hevur oftani verið í Klaksvík í ymiskum sambandi. Hann tók til orðanna og heitt á myndugleikarnar, um at fylgja teimum avtalum, sum eru gjørdar Føroyar og Ísland ímillum.

Gísli er sannur Føroyavinur og hevur hann oftani oyst av síni vitan her. M.a. tá ið tað kom uppá tal at gera undirsjóvartunnil fyri mongum árum síðan. Tá var hannher sum borgarstjóri fyri Akranes og greiddi frá fyrimununum, tey har høvdu av undirsjóvartunlinum – Hvalfjarðargøngin.

Gísli hevur eisini verið her og greitt frá havnaviðurskiftum sum havnarstjóri fyri Faxaflógahavnir og annars verið her í øðrum sambondum.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri hevur í dag sent takkarskriv til Gísla, og takka fyri hansara íkast til at loysa eitt mál av stórum týdningi fyri Føroyar og ikki minst okkara skipi úr Klaksvík, Næraberg.

Av sonnum er tað hugaligt at ein slíkum maður, sum kennir sínar havnir og undir hvørjum treytum, tær kunna verða nýtta eisini av Føroyingum, m.a. umvegis Hoyvikssáttmálan kann við síni tign minna myndugleikar sína á, at eitt nú Næraberg eigur at fáa allar tær sømdir og veitingar, sum hann hevur rætt til sum ásett er í Hoyvíkssáttmálanum.

Borgarstjórin takkaði vegna Klaksvíkar býráð fyri skilagóða og gløgga framferðarháttin mótvegis Íslendsku myndugleikunum.