Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sum sorgleysir ungdómar

Petur Olsen

Hvussu gott er tað við løttum fastfood-politikki, sum etur upp avlopið so hvørt, meðan foreldur koyra børn okkara aftur og fram til festivalarnar, áðrenn tey fara niður at leita sær meiri vísdóm. Hvussu fara vit um tað vit hava?

Hvussu gott er tað við løttum fastfood-politikki, sum etur upp avlopið so hvørt, meðan foreldur koyra børn okkara aftur og fram til festivalarnar, áðrenn tey fara niður at leita sær meiri vísdóm.

Hvussu fara vit um tað vit hava

Okkara land er lítið, og nyttujørð er ikki nógv av. Men, hvussu fara vit um tað sindrið vit hava?

Í tíðini, eg minnist, skullu vit siga 70 ár, fevndi Havnin um ½ kvadratkilometur ella so. Nú fevnir hon 6-7. Víddin er vaksin 12 ferðir tað, hon var áðrenn kríggið. Tølini eru langt frá neyv, men sama lagið er aðrastaðni – bæði í Nólsoy og Klaksvík. Sama tíðarbil er fólkatalið økt kanska bara 3 ferðir, alt eftir hvussu og hvar ein hyggur. Vit søpla tað frægasta lendi burt yvir stokkuta tíð og fyri løtuvinning. Vit eru sum sorgleysir ungdómar og kýta okkum at vera sum hini – altíð sum “hini”, og tosa um meiri og størri vælferð. Tað, vit hava “”, er ongantíð nóg gott. Vit stara at útlondum og serliga, ella bara, at Danmark.

Ein samanbering

Grundstykkið hjá langabba var 45 m2. Á einum hellukneysa var stykkið hjá Abba 175 m2, hjá Pápa 224 m2. Eg fekk einki minni enn eitt uppá 600 m2. Tað var kanska tí tíðirnar broyttust, og nýhugsað býplanlegging kom, har útstykkingarnar skuldu vera sum í “en hyggelig aktivitetsforladt parcelhuslandsby.” Nú verða vit so fleiri og fleiri, ið skulu liva á tí jørðini, tað verður minni og minni av. Gjøgnum Havnina rann ein á, sum á sumri lítið og einki vatn var í. Men onkur heldur vit mangla trivnað. Tí skal ein á aftur renna niðri í Havnini, so fólk kunnu sita á matstovum og hyggja at einum eftirgjørdum løki. Men mangla vit veruliga eina á niðri í býnum? Eru vit ikki ríkað við náttúru, sjógvi, bøi, fjøllum, líðum, hjallum og homrum, sum síggjast alla staðni frá. Hvørjum brellast vit eftir?

Kýkurin fyllist ogantíð

Eitt land ella býráð, ið hava trongd at útliva kostiligar skrivstovudreymar, taka einfalt ov nógv av tí lítla, verkafólkini forvinna. Samstundis kann í tí veruliga endanum staðfestast, at vit aftur í ár eru simplir rávøruútflytarar á líka føti við yvirfólkað rávøruútflytandi suðurlond, sum altíð eru hørm um seg sjálvi og altíð tørva stuðul. Tí eisini har ganga ynskini um søtari lív skjótari enn vinnuliga beriorkan.

Men alla mína tíð hava fólk tosað um at koma longur enn bara at vera rávøruútflytari til lond, sum víðaritilvirka mat og makrelguff til at seta á handilshyllarnar hjá okkum sjálvum. Hvussu gongur við hesum? Jú, politikarar vilja heldur taka vinnugjald til størri vælferð, og onkur vil heldur sleppa at gera ein nýggjan stovn, sum kann lívga um til tónleikaútflutning.

Vit og tey

Tilfeingið í havinum er givið frammanundan! Og vit verða fleiri og fleiri, ið skulu liva av hesum havtilfeingi, sum tað ikki verður meiri av. Øll vita at skiftandi hóttanir altíð hanga yvir vinnuni. Men nøkur stýrandi vilja heldur trýsta søta vælferð niður í okkum, sum kallast, at “útviklingurin” krevur tað. Hugsi ofta um hetta nýggja, at nøkur hava fingið frammíhjárætt fyri einki, ið myndar eitt fólkarættarligt órættvísi, tí “tey” veiða tað, “vit” eiga. Og tað ber jú ikki til. Líkarætt fyri øll, siga “vit” lærdu, sum krevja at fáa okkurt meiri rúmsátt og meiningsfult at koma heimaftur til, enn“vit” fóru frá – vissi hesi í heila tikið hava hug at koma aftur. “Vit” vilja hava pengarnar – ikki “tykkara” arbeiðspláss niðrið við havnarlagið.

I take because I can

Skilji, at tað almenna vil taka enn meiri pengar frá skaffidýrunum, sum skamleys taka tað “vit” øll eiga. Og síðani skal tað almenna skapa meinigsfull arbeiðspláss handan termorútarnar. “Skaffidýrini” eru jú ikki annað enn rávøruútflytarar, meðan “vit” vilja hava stuðul til at gera film, so hví ikki taka burturav, tá man kann. Alt kann jú fara í ómettandi vælferðina og kanska eisini til ein nýggjan stovn til tónleikaútflutning, heldur enn til vørumenning og arbeiðspláss í framleiðvinnuni.

Kíkurin fyllist ongantíð

Politiskir flokkar, eingin undantikin, leita altíð eftir føstum atkvøðugrundarlagi, og at taka frá summum og geva hinum hevur leingi verið eitt virkið amboð til tað endamálið. Tað tykist vera so ringt at skilja millum tað, sum er neyðugt, og alt tað søta, sum gott at hava afturat. Tí koma vit kanska ongantíð út um at vera býtt í njótarar – liðugtvøruinnflytarar, og skaffidýr – rávøruútflytarar. Sum nú er, fer mesti parturin longu til at reka tað almenna. Vit arbeiða skjótt øll hjá og fyri tað almenna, og fiskivinnan, ja, hon er jú eisini sett í verðina til at hava tað almenna gangandi.

Hvussu framyvir

Hvørji tora at fara undir eitt foredlingsvirksemi við tilhoyrandi óvissu um fíggjar- flutnings- sølu- og keypsmarknaði, umframt teimum stýrandi, sum óútrokniligum makkara? Tað er umráðandi at kunna standa í upp- og niðurgangstíðum og, tá ið mistøk og fellisár banka uppá; hetta vónandi komandi virksemið, sum skal vera fólki og landi eitt varandi álit?

Orka politikarar ikki, at eitt avlop liggur eftir, til at tryggja vinnuni umstøður at koma longur enn bara at vera rávøruútflytarar? Haldi vanlig fólk skilja, við støðugt at leggja tiltakandi ok á og taka burturav frá vinnukervinum, koma vit ongantíð longur fram. Spurningurin er bara, um tey ráðandi vilja skilja og virða hesa sannroynd.

8/9-14 P.L.O.