Ótrúligt at hoyra kringvarpskvinnuna í morgun krevja pengar aftur frá stjóranum á Føroya Tele Kristiani Davidsyni.
Ótrúligt at hoyra kringvarpskvinnuna í morgun krevja pengar aftur frá stjóranum á Føroya Tele Kristiani Davidsyni.
Orsøkin til at Kringvarpið sá ”dollaratekin” var, at ólag hevur verið á internetsambandinum ídag, eins og ólag var á gsm sambandinum í gjár.
At kringvarpið skal ditta sær til eitt slíkt krav ímóti Føroya Tele er óhoyrt. Kringvarpið, ið hevur alstórar trupulleikar við bara at halda egnar tíðir.
Nú í fleiri dagar hava vit her í Klaksvík havt stórar trupulleikar við Sjónvarpinum hjá Kringvarpinum, sum nærum ikki hevur bori til at hugt at seinastu tíðina, orsakað av at signalið flimrar og tað tí illa ber til at fáa samanhangin í eini sending.
So seint sum tá Holland leikti ímóti Kekkia, bleiv skermurin svartur tá avgerðandi málið kom og ígjøgnum allan dystin var ilt at fáa nakran sum helst samanhang í tað, ítróttartíðindamenninir søgdu.
Í rúma tíð, eftir at sendarin á Klakkinum varð settur upp, vóru fólk her øðrkymlaði av at sjónvarpssignalið bleiv burtur, helst orsakað av at tveir sendarar royndu at vinna á hvør øðrum. Ikki eitt orð frá Kringvarpinum í langa tí og so als onki um endurgjald.
Ótrúliga ósmæði av Kringvarpinum at krevja endurgjald frá Føroya Tele, samstundis sum vit tvangsinnlagdu gjaldarar til Kringvarpið higartil ongantíð hava sæð so frægt sum eina krónu fyri tað, Kringvarpið ikki hevur megnað at hildið. Tá tað kemur til telesamskiftið, so hevur Kringvarpið møguleikan fyri at skifta til annan veitara. Tað hava vit Kringvarpsgjaldarar ikki.
Hvørja ferð kreppa er í Kringvarpinum um pengar. So plaga teir at sammeta seg við donsk viðurskifti og føra fram. Hvussu óførir teir í Kringvarpinum eru mótvegis eitt nú DR.
Haldi at Kringvarpið nú ger seg skyldugt í eini ”undladelses synd” sum danir plaga at taka til.
Í Danmark hevur verið nógv frammi seinastu tíðina, at DR skal spara 200 milliónir. 50 milliónir krónur í fýra ár.
Slík tíðindi tiga teir í okkara Kringvarpi burtur sjálvandi. Helst er orsøkin at um hesi tíðindi vóru borin, so kundi onkur fari at hugsa sum so, at tað ber til at spara í almennu miðlunum.




