Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Havnarmenn

John William Joensen

Bólkurin ”Havnarmenn” hevur nú í øðrum umfari latið frá sær 5 løg, sum eru tøk á flestu talgildu tónleikamiðlunum. Bólkurin var stovnaður í 2010, tá Sámal Lindenskov og Heini Fosaa, tóku stig til at stovna tónleikabólk innan Jazz/blues/rock – fusiónsgreinina. Báir hava teir spælt saman áður.

Bólkurin Havnarmenn” hevur nú í øðrum umfari latið frá sær 5 løg, sum eru tøk á flestu talgildu tónleikamiðlunum. Bólkurin var stovnaður í 2010, tá Sámal Lindenskov og Heini Fosaa, tóku stig til at stovna tónleikabólk innan Jazz/blues/rock – fusiónsgreinina. ir hava teir spælt saman áður. Fyrst í 8889 við bólkinum Drøn, sum einamest framførdi Rock/Poptónleik, og seinni 9099 – við bólkinum Hósk, sum framførdi instrumentalan fusiónstónleik, sum bólkurin sjálvur skrivaði. Bólkurin hevur havt skiftandi manning fyrstu tíðina, men seinastu tíðina hava dugnaligu tónleikarirnir Mortan Zachariassen og Eyðun Johannesen verið fastur partur av manningini. Byrjanin hjá bólkinum hevur verið friðarlig. Vatliti til, at allir limirnir í bólkinum hava sítt dagliga yrki innan annað enn tónleik, hevur undirtónin at kalla verið til hugna og stuttleika. Men síðan á sumri 2013, hevur bólkurin verið meira virkin og nakrar konsertir og framførslur hava verið. Manningin í bólkinum er í dag hendan:

Sámal Lindenskov, Guitar
Heini Fossá, trummur
Mortan Zachariassen, saxofon
Eyðun Johannesen, bass

Og av navninum kunnu vit so eisini staðfesta at ”mennirnir” í bólkinum allir eru havnarmenn!... og til felags hava teir, at ”teir brenna fyri tónleiki!” Í Juli 2013, var bólkurin í upptøkuhøli, og spældi inn 3 tey fyrstu løgini. Talan var um Instrumentalan fussiónstónleik, sum bólkurin sjálvur hevur sða og lagt til rættis Og nú í Juli 2014 var bólkurin aftur í upptøkuhølunum, men hesaferð er stílurin væl annaleiðis, og eru upptøkurnar kryddraðar” við íkasti frá dugnaligum gestatónleikarum og sangarum. Til løgini hava m.a. Dánjal Lindarstein, Arnfríð Lútzen, Ronnie Nielsen og Sirikit Jacobsen lagt røddir til, eins og bert 12 ára gamla Vár Iversen Lindenskov hevur spælt cello á 2 av løgunum. Umframt hesi hevur Magni W. Husgaard, spælt klaver og onnur ljóðmborð á upptøkunum. Upptøurnar eru gjørdar í Studio Bloch í juli/august 2014, og hava Jonas Bloch Danielsen og Theodor Kapnas staði fyri hesum. Tilfarið er Ljoðblandav Jonas Bloch Danielsen, saman við Heina Fosaa og Sámali Lindenskov. Endaliga Mastringin” er gjørd í Oslo av George Tandeø