Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tjóðveldi mælir til samhaldsføst samferðslugjøld

John William Joensen

Í morgun var tíðindafundur har Tjóðveldi legði fram síni dagførdu stevnumið. Hetta hendir samstundis sum Tunnilsfelagið boðar frá at lánini í Vágatunnlinum eru útgoldin og tí spurdu vit formannin í Tjóðveldi um hann heldur tað verða samhaldsfast at krevja bummgjøld í undirsjóvartunnlunum eftir at byggilánini eru afturgoldin.

Í dagførdu sjónarmiðunum hjá Tjóðveldi stendur soleiðis:

…..Samferðslu- kervið skal fíggjast við samhaldsføstum samferðslugjaldi, ið tryggjar munagott viðlíkahald og støðugar útbyggingar…..

Høgni Hoydal sigurnorðoua- og Vágatunnilin vóru bygdir við, tí tað var neyðugt fyri at fáa tunlarnar.

Líknandi fígging er brúkt til Skálafjarðar- og Sandoyartunnilin, men spurningurin um hvørt tað er rætt at halda fram við hesum gjaldskipanum tá íløgurnar eru afturgoldnar er ikki viðgjørdur.

Vit mæla til at fíggingin av vegakervinum verður fíggja gjøgumvegskattin ella aðra skipan sum er samhaldsføst.

Vit hava sum sagt bert viðgjørt henda spurning sum ein prinsipp spurning og hava tí ikki viðgjørt einkultmál.

Spurdur um formaðurin í Tjóðveldi heldur at tað er samhaldsfast at vágamenn skulu gjalda bummgjald hóast lánini eru afturgoldin, sigur hann at tað far hann ikki svara uppá.

Eg síggi hvat tú meinar við men vit hava ikki sum flokkur viðgjørt spurningin og tí kann eg ikki svara øðrvísi enn at flokkurin metir at vit eiga at fíggja okkara samferðslukervið við einum samhaldsføstum gjaldi.