Hetta er meint bókstaviliga til allar føroyskar portalar, sum ferð eftir ferð smekka ein fuck-you-fingur beint í andlitið hjá avvarandi hjá fólki, sum hava verið úti fyri óhepnum støðum.
Hetta er meint bókstaviliga til allar føroyskar portalar, sum ferð eftir ferð smekka ein fuck-you-fingur beint í andlitið hjá avvarandi hjá fólki, sum hava verið úti fyri óhepnum støðum.
Eg havi persónliga heitt á fleiri portalar í áravís, um at sletta møguleikan at viðmerkja, tá talan er um eymar støður. Dømi eru t.d., tá Rasmus var funnin í plantaguni, drápsmálið í Marknalíð, tá Birgir var árendur í Kaldbaksbotni og tá Hjalmar lat lív í Hvalba – men onki sivaði inn!
Mann skuldi trúð, at støðan var batnað eftir knapt tvey ár av áheitanum, um at sletta møguleikan av viðmerkingunum, men nei. Aftur í dag geva portalar fólki møguleikan at viðmerkja “Føroya størsta svik nakrantíð í einum handli”.
Eg spyrji hví? Hví vil mann hava fólk at viðmerkja slík mál? Tað er bara ein spurningur um tíð, nær onkur hentur idiot skrivar okkurt særandi, og tað vita portalarnir væl av.
… og nei, hetta hevur onki við tilvild at gera, tí portalnir hevur vitað av hesum í langa tíð. Somuleiðis kann mann ikki taka nakra umbering seriøst, tá portalarnir heilt greitt ikki taka tey avvarandi seriøst.
Eftir knapt tvey ár av áheitanum kann tað ikki forsvarast. Hetta er reinur gribbamentalitetur, har mann dúvar upp á neyðina hjá øðrum. Eitt slag av forskrúvaðari sadismu og sensatiónstrongd, har tey avvarandi gjalda prísin. Tí øll vita, at tey einastu, sum verða rakt av særandi viðmerkingunum eru tey avvarandi.




