Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Karl Birgir fimti ár í gjár

Eyðfinn Reyðberg

Fríggjadagin 19. september fylti Karl Birgir Isaksen í Klaksvík fimti ár. Karl Birgir er ættaður úr Klaksvík, sonur Rannvá og Ísak Isaksen, ið búgva á Bumshamri í Klaksvík, har Karl Birgir eisini er uppvaksin.

Fríggjadagin 19. september fylti Karl Birgir Isaksen í Klaksvík fimti ár. Karl Birgir er ættaður úr Klaksvík, sonur Rannvá og Ísak Isaksen, ið búgva á Bumshamri í Klaksvík, har Karl Birgir eisini er uppvaksin.

Karl Birgir er giftur við Henrikku, og eiga tey tríggjar døtur Rannvá, Karla og Tóra. Harafturat er tað abbadóttirin Silja, sum býr í Aalborg.

Tey sum kenna føðingardagsbarnið væl vita, at hóast hann leggur stóra orku í vinnuliga virksemið, so hevur hann tað allarbest, tá hann er saman við familjuni og ikki minst tá leiðin gongur til Danmarkar, tá verður altíð vitjað í Aalborg, har dótturin býr saman við abbadóttrini.

Karl Birgir er annars best kendur sum virkin vinnulívsmaður í Klaksvík. Hann stovnaði fyri 12 árum síðani sølu- og tænastufyritøkuna Sp/f KBI, sum í dag er vaksin úr at hann var sjálvur annar, til at hava 11 fólk í arbeiði, selja fyri fleiri tíggjutals milliónir, og húsast í snotuligum bygningi í Klingrugarði, ið er bygdur til júst tað virksemi, sum Sp/f KBI rekur.

Tað sum kundar serstakliga hava givið gætur við Sp/f KBI er, at starvsfólkið er sera tænastusinnað, og her verður ikki hugt eftir klokkuni, er neyðugt við einari bráfeingisveiting í skundi, ja so eru teir har við tí brúk er fyri so skjótt tilber.

Tað hevur eisini eydnast at byggja upp nógv góð umboð, sum ger at felagið ikki bert virkar í Føroyum, men eisini í stóran mun handlar á altjóða marknaðinum, og hevur veitingar, ið ongantíð koma um føroyskan kaikant. Tað er tí sjálvsagt, at Sp/f KBI eisini er ein av veitarunum, nú nýggj Thor skip verða bygd Turkalandi.

Annars var barlastin hjá Karl Birgir at byrja egna fyritøku góð. Umframt tað lært var heimanífrá, um at trúgva á egna megi og evni, og at klára seg sjálvur, so hevur hann lært nógv har hann hevur starvast. Hann hevur millum annað roynt sjólívið, starvast sum blikksmiðjur og handilsleiðari á Blikksmiðjuni hjá Høgna Høgnesen og verið stjóri hjá Esmar Simonsen á Kambsdali.

Umframt hetta hevur hann sitið í nógvum ymiskum nevndum og ráðum. Hann var í mong ár virkin í nevndini fyri Tekniska Skúla í Klaksvík og sat sum formaður fyri Vistarheimið í Klaksvík tá stór útbygging var gjørd. Karl Birgir hevur harumframt verið aktivur sum brandmaður í mong ár hjá Klaksvíkar Sløkkiliði.

Hóast hann rekur egna fyritøku, so gevur hann sær stundir at geva sítt íkast til lokalsamfelagið.

Í dag er Karl Birgir aktivur sum formaður í skúlastýrinum í Klaksvík. Hann er kendur fyri at siga sína hugsan, og óttast heldur ikki at ganga ímóti streyminum, tá hann altíð fylgir sínari sannføring í einum máli. Hetta var málið um slóðbrótandi skúlasamanleggingina í Klaksvík eitt gott dømi um, har Karl Birgir stóð á odda fyri at fremja eina samanlegging av leiðsluni av fólkaskúlunum í Klaksvík.

Fyri tíggju árum síðani var Karl Birgir ein av fleiri stovnarum av Føroya Sjómannadegi, og hevur hann verið virkin í hesum arbeiði øll árini síðan. Tiltakið í ár eydnaðist av tí allarbesta, og var mett, at eini 10.000 fólk vitjaðu Føroya Sjómannadag hendan leygardagin í august. Ein av arbeiðsuppgávunum hjá føðingardagsbarninum hevur verið at fáa til vega stuðlar til tiltakið, og sigast má at hetta er eydnast til fulnar. Tað munnu vera fá tiltøk, um nakað yvirhøvur, ið kunnu geva 10.000 fólkum ein ókeypis dag. Hetta eiga stuðlar og vinnulívið tøkkina fyri.

Føroya Sjómannadagur hevur hesi tíggju árini eisini laðað varðar, sum húkin við rundkoyringina tá komið verður til Klaksvíkar, og ikki minst snotuligu standmyndina av Kópakonuni í Mikladali, ið gjørdist eitt av best vitjaðu støðunum í summar.

Innandurafótbóltur hevur í mong ár verið eitt av frítíðarítrivunum hjá føðingardagsbarninum, og fær hann fleiri tímar um vikuna at ganga við bóltspæli. Fyri nøkrum árum síðani var hetta sjálvsagt ikki nóg mikið, og tók Karl Birgir saman við øðrum stig til at fáa menn í betri form, við at fara á venjingarlegu á La Santa Sport á Lanzarote. So mikið væl eydnaðist tiltakið, at henda ferð hevur verið fyriskipað fýra ferðir samanlagt, og fleiri eru, ið hava verið við hvørja ferð, millum annað Karl Birgir.

Tá umstøðurnar at venja fitness í Klaksvík ikki vóru nóg góðar, tók Karl Birgir og onnur áhugað sakina í egnar hevur og stovnaðu Sp/f Íðka, sum nú rekur venjingarmiðstøðina í Klaksvík. So mikið væl hevur byrjanin eydnast, at felagið hevði avlop av rakstrinum fyrsta árið.

Karl Birgir er júst afturvaldur í umboðsráðið hjá stórstu føroysku fíggjarfyritøkuni TF Holding, har hann eisini hevur sitið sum umboðsráðslimur í fleiri ár.

Góðar umstøður til vinnulívið hava stóran áhuga hjá føðingardagsbarninum, og Vinnulívsráðið í Klaksvík er eitt av hansara hjartamálum. Hann er í løtuni formaður í Vinnulívsráðnum, og tað eru tíðum áhugaverdir fundir og fyrilestrar, ið Vinnulívsráðið tekur stig til.

Tá eitt snotuligt útlendskt marglætisskip stevndi inn á Klaksvík í summar, mundi tað ikki undra nakran, tá myndirnar komu á føroysku miðlarnar, at umboðsmaðurin sjálvsagt var Karl Birgir Isaksen.

Nú Karl Birgir Isaksen gjørdist fimti, kann hann fegnast um mangt hugagott, ið farið er. Tó, eins og allir framburðsmenn, so hugsar hann mest um dagin í dag og hvat henda skal í framtíðini, og ikki minst hvar nýggir ótroyttir møguleikar vísa seg.