Aleksnadar Djordjevic fer væntandi at venja lið hjá øðrum felagi næsta ár.
Aleksandar Djordjevic sigur, at 9 ár sum venjari er nokk og at bæði hann og KÍ kvinnurnar hava brúk fyri onkrum nýggjum.
Aleksandar Djordjevic er venjari hjá KÍ kvinnum í ár, sum um stutta tíð fer at staðfesta seg sum greipuvinnari enn einaferð. Men Aleksandar verður ikki venjari hjá KÍ kvinnunum næsta ár.
– Orsøkin til at eg gevist nú er, at eg haldi meg hava verið venjari hjá KÍ kvinnunum ov leingi. Eg haldi, at bæði eg sjálvur og KÍ kvinnurnar hava brúk fyri onkrum nýggjum. Eg havi verið partur av kvinnuhópinum í 9 ár og eg føli í ár, at eg havi ikki neyðugu orkuna til at geva tað, sum skal til. Eg havi brúk fyri at royna nakað nýtt. Eg fari framvegis at búgva í Klaksvík, men fari væntandi at vera venjari í onkrum øðrum felagi, sigur Aleksandar Djordjevic.
Hann heldur, at KÍ kvinnurnar hava brúk fyri einum venjara komandi ár, sum veruliga leggur alla orkuna í at menna og geva liðnum nakað. Bulurin á liðnum er sterkur og nógvir ungir leikarar eru á áveg. Hesir skulu tó arbeiða hart fyri at menna seg víðari, sigur hann at enda.




