Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Epla journalistikkur

Hergeir Staksberg

Ingi Samuelsen (redaktørur á portal.fo) metir, at greinar sum “iPhone 6 slóg øll sølumet” og greinar um tragediuna í Hvalba hava somu vekt, tá tað snýr seg um møguleikan at viðmerkja.

Eftir at hava lurtað eftir samrøðuni við Inga Samuelsen, er mín niðurstøða, at portal.fo tekur frástøðu frá góðum fjølmiðlasiði, hóast fjølmiðlanevndin hevur rættiliga greiðar leiðreglur á økinum.

Skaðaprinsippið
Fjølmiðlaetikkur hevur oftast røtur í skaðaprinsippinum hjá John Stuart Mills, sum kann kókast niður í: So leingi tú ikki ger skaða á onnur, so skalt tú sleppa at gera og úttrykkja teg sum tær lystir. Hetta er sjálvandi ein simplifiserað útgáva av skaðaprinsippinum, men essensurin er har.

Góður fjølmiðlasiður
Í tráð við skaðaprisippið, hevur fjølmiðlanevndin konstituerað nakrar leiðureglur viðvíkjandi góðum fjølmiðlasiði, sum m.a. siga:

“4.9 Tað er ikki góður fjølmiðlasiður at umrøða sjálvmorð og sjálvmorðsroyndir.”

10. oktober í 2012 valdi Rasmus Rasmussen at taka lívið av sær. Tað gekk ikki long tíð, so vóru bæði myndir og grein á portal.fo.

Víðari siga leiðureglurnar:
“4.6 Hugsið um tey raktu, teirra avvarðandi og vitni, tá ið vanlukkur og brotsmál verða umrødd… Havið fyrilit fyri fólki í sorg ella sálarligari kreppu.”

Longu her ríkur ketan av hjá portal.fo, tí mann tilvitað hevur valt at prioritera vitjanartøl hægri enn góðan fjølmiðlasið.

Ein kokkur, sum ikki dugir at síggja ella smakka mun á chili, havkalli og eplum, er ikki nógv verdur. Tað sama ger seg galdandi fyri ein journalist, sum ikki dugir at skilja millum ein dyst millum HB og B36, ta nýggjastu iPhone’ina og avvarandi í samband við deyða.

Ein kokkur sum heldur, at alt sær út sum eplir og alt smakkar av eplum, hann fær fótin í reyvina, men onkursvegna verður hesin eginleikin mettir sum ein dygd hjá portal.fo.

Hvat siga tey avvarandi?
Beint eftir, at eg hevði skrivað greinina, sum birti undir alt hetta kjakið, so varð eg kontaktaður av einum avvarandi hjá Hjalmar og einum øðrum persóni, sum hevði verið í einari vanlukku. Felagsnevnarin var, at bæði takkaðu mær fyri, at eg tók evnið upp, tí tey høvdu merkt gribbamentalitetin á egnum kroppi.

Hvat siga viðmerkjarar?
Tveir viðmerkjarar hava eisini skrivað til mín, at teir eru keddir av, at teir høvdu møguleikan at viðmerkja. Báðir høvdu skrivað særandi viðmerkingar, sum vóru betri ósagdar. Høvdu tit á portal.fo bara hildið tykkum til góðan fjølmiðlasið, so høvdu hvørki avvarandi ella viðmerkjarar verið rakt.

Tikkandi bumba
Tað kann samanberast við, at ein fangavørður blakar eina maskinbyrsu inn til fangarnar á San Quentin og síðani vendir ryggin til. Fangavørðurin veit útmerkað, at tað bara er ein spurningur um tíð, nær tað fer at enda galið, men nevermind. Hann vil síggja blóð.

Tað sama ger seg galdandi hjá journalistinum sum loyvir viðmerkingum, tá viðmerkingarnar ikki tæna øðrum endamáli enn potentiellum skaða á avvarandi. Journalisturin gevur fólki amboðið til at gera skaða, hóast hann veit, at tað bara er ein spurningur um tíð, at onkur fer at koma til skaða… men nevermind. Hetta boostar vitjanartal og pengakassan.

Journalistiskt leti
Ingi førir fram, at tað er ov trupult at taka dagar millum, um greinin um rækjutrolarin í Grønlandi ella drápsmálið í Hvalba skulu kunna viðmerkjast. Her hava vit aftur tann vánaliga kokkin sum heldur, at alt er eplir. Hetta er ikki annað enn ein vánalig umbering og journalistiskt leti. Ella sum Jordan Belfort sigur: “The only thing standing between you and your goal is the bullshit story you keep telling yourself as to why you can’t achieve it.”

Hetta er í grundini øgiliga einfalt: Um viðmerkingarnar kunnu raka avvarandi, sum eru í sorg ella sálarligari kreppu, so skal mann taka fyrilit.

Harleywoodpaint