Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Næsta ár sigla strandfaraskipini meira um páskirnar og á jólum

Tíðindaskriv

Í ferðaætlanini hjá Strandfaraskipum Landsins komandi ár er økt sigling ásett um páskirnar og á jólum

Í ferðaætlanini hjá Strandfaraskipum Landsins komandi ár er økt sigling ásett um páskirnar og á jólum
– Brúkarar eftirlýsa, at skipini hjá Stransferðsluni skulu sigla meira um páskirnar og á jólum. Vit hava lurtað, og frá nýggjárinum verður siglingin økt. Hetta sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, ið eisini umsitur samferðslumál í landsstýrinum. Ítøkiliga ber tann betraða tænastan til brúkararnar hjá Strandfaraskipum Landsins í sær, at skipini sigla ein dupulttúr – tvs. aftur og fram eina ferð – langa fríggjadag, páskadag og fyrra jóladag. Á tann hátt verður møguligt hjá fólki at ferðast høgtíðardagar, har ið tað higartil ikki hevur verið gjørligt. – Landsstýrið vónar, at fólk taka væl ímóti hesi nýskipan, ið hækkar tænastustigið hjá Strandferðsluni, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður.