Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Robert Langgaard lagt seg á odda

Øssur Winthereig

Eysuroyarliðið hjá Robert Langgaard og suðoyarliðið hjá Óla Holm hava lagt seg á odda í FM fyri lið.

Eysuroyarliðið hjá Robert Langgaard og suðoyarliðið hjá Óla Holm hava lagt seg á odda í FM fyri lið.

Fyrstu trý umførini í FM fyri lið vóru spæld leygardagin. Liðini spældu

tríggjar dystir hvør. Spælt var eftir nýggju stigatalvuni, har størsti

sigurin er 20-0.

Liðið hjá Robert Langgaard (Jaspur Langgaard, Reimund Langgaard, Marner

Joensen, Árni M. Dam) skoraðu 53,51 fyri teir tríggjar dystirnar. Liðið

hjá Óla Holm (Dia Poulsen, Jákup Hjaltalin, Hans Jacob Petersen) hava

50,04 eftir fyrstu trý umførini. Nummar 3 er liðið hjá Øssur Winthereig

(Helgi Arntórsson, Eyðun Jensen, Niels E. Nielsen)

Í alt eru 11 lið við í FM-kappingini og skulu sostatt spælast 10 dystir,

áðrenn fýra tey fremst spæla A-finalu og hini B-finalu.

Í multilið liggja Kristjan Magnussen og Oddmar Danielsen á odda og

Marner Joensen og Árni M. Dam eru nummar tvey.