Jógvan Skorheim, borgarstjóri, skrivar: KÍ-kvinnurnar hava við sínum 15 meistaraheitum á rað framt eitt søguligt ítróttarbragd
KÍ-kvinnurnar hava við sínum 15 meistaraheitum á rað framt eitt søguligt ítróttarbragd
Tað verður sagt, at tað er sera trupult at vinna eitt meistaraheiti í ítrótti – men tað er enn truplari at endurvinna tað. Hetta kunnu ítróttarfólk og –lið um allan heimin ásanna.
Tí er tað eitt ítróttabragd av teimum størstu, tá ið KÍ-kvinnurnar um vikuskiftið vunnu sítt 15. meistaraheiti á rað. Í hesi øldini hevur eingin annar enn KÍ verið føroyameistari í kvinnufótbólti í fótbólti, og tað er líkavið, at fólk hugsa, at tað kann ikki verða øðrvísi.
Sigursgongdin hjá KÍ-kvinnunum er so óvanlig, at hon ongantíð áður hevur verið gjørd í fótbóltssøguni. Nøkur stór fótbóltsfeløg úti í heimi hava megnað at vunnið tveysiffrað meistarheiti á rað, men eingin hevur vunnið 15 uttan íhald.
Vit eru vorðin so von við, at kvinnuliðið hjá KÍ vinnur føroyameistaraheiti og steypakappingar, at vit geva okkum ikki far um, hvussu stórt bragdið veruliga er. Tær skriva ítróttarsøgu, sum eingin í heiminum fer at gera teimum eftir fyribils – ella nakrantíð!
Mongu meistaraheitini hava eisini havt við sær, at KÍ-kvinnurnar á hvørjum ári síðani fyrsta meistaraheitið hava luttikið í UEFA Women’s Champions League, og KÍ er felagið, sum oftast hevur verið við í hesi kapping. Tað er eisini nakað, sum fær umrøðu uttanlands.
Stoltleiki
Spælarar, venjarar, leiðarar og onnur, sum hava varðað av KÍ-kvinnum hesi árini, eiga øll ein lut í hesum bragdinum, og tit eiga øll at verða errin í dag. Summir av spælarunum hava verið við allatíðina og onkrir tað mesta av tíðini. Summir spælarar hava spælt styttri tíðarskeið, og summir eru kort síðani komnir við. Men allir teir mongu spælararnir, sum hava tikið eitt tak fyri KÍ-kvinnuliðið, eiga lut í heimsmetinum, sum varð sett á heimavølli í Klaksvík sunnudagin.
KÍ kvinnurnar hava við áhaldni, støðugum avrikum og ófatiligum vilja staðfest seg sum vinnaralið nummar eitt í heiminum. Samanhaldið er týdningarmikið, fótbóltsevnini avgerandi, og vinnarasvongdin uttan sín líka.
Vit í Klaksvík og Norðoyggjum eru sera errin av tykkara avriki, og eg vil ynskja tykkum hjartaliga til lukku við 15. meistarheitinum og heimsmetinum!
Eg haldi eisini, at tað er orsøk hjá føroyingum og føroyskum fótbólti at ynskja sær sjálvum til lukku við avrikinum.
Og eg haldi meg hava hoyrt, at KÍ kvinnuliðið longu hevur sett sær fyri at vinna meistaraheiti nummar 16 næsta ár. Hetta sigur alt um mentalitetin, sum er á liðnum.
Í dag kunnu vit tó steðga á, fegnast og verða errin.
Hjartaliga til lukku bragdinum KÍ-kvinnur!
Jógvan Skorheim,
borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu




