Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

BankNordik heldur fram sum høvuðsstuðul hjá Mjølnir

John William Joensen

BankNordik og flogbóltsfelagið Mjølnir hava gjørt avtalu um at leingja samstarvið við nýggjum eitt ára stuðulssáttmála. Við hesum heldur BankNordik fram sum høvuðsstuðul hjá Mjølnir sætta árið á rað.

BankNordik og flogbóltsfelagið Mjølnir hava grt avtalu um at leingja samstarvið við nýggjum eitt ára stuðulssáttla. Við hesum heldur BankNordik fram sum høvuðsstuðul hjá Mjølnir tta árið á rað.

Nú nýggjur stuðulssáttmáli er komin í lag millum BankNordik og Mjølnir, fegnast stformaðurin í Mjølnir, Tina Purks, um stuðulin, ið kemur væl við hjá felagnum.

-Vit hava verið sera fegin um samstarvið við BankNordik seinastu árini, og tí vendu vit okkum til bankan í ár við ynski um at taka eitt kappingarár afturat saman við teimum. Vit fegnast um, at sáttmálin nú er undirskrivaður og síggja fram til, at góða samstarvið heldur fram, sigur Tina Purks.

Vit fegnast um at kunna leingja um góða samstarvið. Mjølnir hevur rokkið góðum úrslitum seinastu árini, og er í løtuni í einari spennandi tilgongd við fleiri nýggjum leikarum. Vit eru fegin um at verða við í tilgongdini og víðari menningini av felagnum, sigur John Syderbø, luog marknaðarstjóri hjá BankNordik.

Stuðulsavtalan fevnir um vaksnamannadeildirnar og ungdómshópin hjá Mjølnir.