Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heyststátturin: – Heystið tann mest spennandi tíðin á árinum!

Danial Viðoy

Heyststátturin: Heystið er í hæddini og hetta merkist eisini á Norðlýsinum. Nú fer ein heyststáttur í umferð við seks spurningum til útisetar um hesa ársins tíð. Høgni Hansen, búsitandi í Keypmannahavn, ættaður úr Haldórsvík, er tann fyrsti í røðini.

Heyststátturin: Heysið er í hæddini og hetta merkist eisini á Norðlýsinum. Nú fer ein heyststáttur í umferð við seks spurningum til útisetar um hesa ársins tíð. Høgni Hansen, búsitandi í Keypmannahavn, ættaður úr Haldórsvík, er tann fyrsti í røðini.

Hvussu vilt tú lýsa árstíðina heystið?

Heystið er tann mest spennandi tíðin á árinum. Hóast heystið er inngangurin til eina myrkari og kaldari tíð, so er hon eisini heit og fjálg. Fólk eru í góðum lag og ikki sørt at menn hava hug at reypa eitt sindur um hvussu skurðurin hevur roynst.

Hevur heystið nakað at siga fyri teg? hví ella hvussu tá?

Heystið er nakað heilt serligt. Tað er tíðin, tá man sum knæbóndi heystar fruktina av arbeiðnum, sum man hevur lagt í gjøgnum ári. Tað er tíðin tá familja samlast til slakt og øll arbeiða saman fyri einum felags málið, nevnliga at fáa skurðin frá hondini. Tað er strævið, men eisini stuttligt og styrkir um samanhaldið.

Fert tú heim í heystferiuni? hví?

Ja, eg fari heim. Eg havi verið heima á hvørjum heysti síðan eg byrjaði í lestrarørindum í Keypmannahavn. Vit hava nakað av seyði heima, so eg plagi altíð at koma heim at ganga á fjall og at fletta.

Um tú vart í Føroyum nú, hvat hevði tú so fingist við?

Síðan eg kom heim (22. sept) havi eg fingist við at taka upp eplir og annars gingið á fjall og flett. Góð eplafrukt í ár, skal sigast.

Hvussu er heystið annarleiðis í Danmark samanborið við í Føroyum?

Heystið í Danmark er heilt annarleiðis. Her hevur man eitt annarleiðis sambandi við náttúruna enn tað man hevur í Føroyum. Her verður meira fokusera upp á at dagarnir gerast vátari og kaldari. Tann spenningurin, ið er í luftini í Føroyum hesa ársins tíð, hann merkir man ikki á flatlondum.

Hvat er tað besta heystið, tú kanst minnast?

Eg veit ikki um tað er nakað heyst, ið veruliga skilir seg burturúr. Eg vil heldur siga, at tey øll hava verið góð upp á hvør sín máta.

Harleyfacadeacryl