Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trý feløg eftir Mads Rosenberg

Jákup Ósá

Danski B68 verjuleikarin skal finna sær nýtt felag.

B68 verjuleikarin skal finna sær nýtt felag.

28 ára gamli Mads Rosenberg kom til B68 undan hesum kappingarárinum. Hann hevur verið støðugur og spælt allar minuttirnar burtursæð frá, tá hann fekk reytt kort í 5. umfarinum og mátti sita uttanfyri næsta dyst. Mads hevur røkt fleiri pláss á B68 liðnum, men flestu dystirnar hevur hann spælt í miðverjuni.

Trý feløg í Føroyum

B68 er flutt niður úr bestu deildini, og tí heldur Mads Rosenberg neyvan fram á Toftum. Anfinn Gaard er umboðsmaður hjá Mads Rosenberg, og hann sigur, at tað er áhugi fyri honum í Føroyum.

– Trý feløg hava víst honum áhuga í Føroyum, men eisini í Danmark er áhugi. Hann hevur sjálvur ikki tikið støðu enn, um hann fer at spæla í Føroyum ella í Danmark næsta ár, sigur Anfinn Gaard.