Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Færøsk Trækfugleatlas – ein perla fyri fuglaáhugað

Oliver Joensen

Færøsk Trækfugleatlas – ein perla fyri fuglaáhugað

Í Tjóðsavninum í Hoyvík, var lítil samkoma hósadagin, tá rithøvundarnir til bókina ”Førøsk Trækfugleatlas løgdu bókina fram fyri almenninginum.

Sjúrður Hammer, ið er ein av rithøvundunum hugleiddi um ringmerkingingar tey seinastu 100 árini. Fyrstu fuglarnir sum blivu merktir við ringi um beinið vóru merktir i 1912.

Kasper Thorup , ið er ein av rithøvundunum hevði eitt seraáhugavert inlegg um ringmerkingar og merkingar í heila tikið av fuglum ídag. Møguleikar eru fyri at seta sendarar á fuglarnar, og tá kann man yvir satilittar fáa at vita, hvar fuglurin ferðast og annað, men fingmerkingingarnar hava framvegis sera stóran týdning, tí tær kunnu geva data, ið sendararnir ikki megna, eitt nú hvussu gamlir merktu fuglarnir blíva.

Janus Hansen greiddi frá um ringmerkingar í Føroyum, hann nýtti eisini høvi at takka teim mongu, sum so trúliga høvdu merkt fugl øll hesi ár.

At enda takkaði Annika Søvará, stjóri á fróðskapi, ið stendur fyri útgávuni. Bókin er útgivin á donskum og enskum resume. Annika segði at bókin er ætlað eisini til vísindafólk kring í heimi at brúka í teirra arbeiði. Men um onkur kom við peningi, so var hon fús eisini at geva bókina út á føroyskum.

Lundin er ”heimføðisligur”

Sigast má, at bókin er sera áhugaverd. Hon eigur at liggja heima hjá øllum, ið bara hava minsta áhuga í fuglum, og ikki minst hjá okkum veiðumonnum.

Her er eitt nú eitt lítið brot um lundan:

At lunden er meget trofast til sit udklækningssted, viser ogsð et eksempel frá 1978, hvor en olietanker grundstødte ved Bretagne og lækkede store mængder olie. Det medførte bl.a., at hele bestanden af lunder på den nærliggende ø Ile Bono uddøde.

I et forsøg på at reetablere en ynglebestand på øen, hentede man i 1979 200 lunde-unger fra Mykines og Nólsoy. I alt 142 unger blev flyvefærdige.

Tre år senere, i juli 1982, blev en af de forflyttede lunder genfanget på Nólsoy, og i juli 1993 blev endnu en af disse lunder genfanget på Mykines, præcis samme sted bvor den var bevet klækket 14 år tidligere.

Ingen af de øvrige forflyttede lunder kom tilbage til Ile Bono for at yngle (Jensen 2008).

Rithøvundarnir til bókina eru Sjúrður Hammer. Jesper J. Madsen. Jens-Kjeld Jensen, Kjeld T. Pedersen. Dorete Bloch og Kasper Thorup. Útgevari er Fróðskapur s/pf.

Bókin fæst nú í bókasølunum fyri 250 krónur.