Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grindaboð: Springara bólkur legst afturat grindini

John William Joensen

Teir umborð á glastrevjabátinum, Birgir, sum liggur hjá eini grind út fyri Svínoyarvík staðfesta at tað legst afturat grindabólkinum sum eru um einar 50 hval. Fyri lítlari løtu síðan kom ein bólkur av springarum upp í grindina. Hon er stødd einar 4 fjóðringar úr Eysturhøvda og hevur hug at flyta seg spakuliga longur eystur

Teir umborð á glastrevjabátinum, Birgir, sum liggur hjá eini grind út fyri Svínoyarvík staðfesta at tað legst afturat grindabólkinum sum eru um einar 50 hval.  Fyri lítlari løtu síðan kom ein bólkur av springarum upp í grindina. Hon er stødd einar 4 fjóðringar úr Eysturhøvda og hevur hug at flyta seg spakuliga longur eystur.

Birgi úr Klaksvík, sum fann grindina er mannaður av brøðrunum Johan David og Oliver Joensen.

Kl 10:30 Sýslumaðurin váttar at ein grind er umleið tríggjar fjórðringar úr Eysturhødda á Svínoynni. Glastrevjarbáturin Birgir fann grindina og Brimil er eisini í økinum. Mett verður at bólkurin telur eini 50 hval