Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útlendingar í fiskivinnuni ella ikki – tað er brennandi spurningurin

John William Joensen

Ósemjan um framtíðar fiskivinnupolitikkin kann í stuttum kókast niður til ein ein ella kanska tveir grundleggjandi spurningar sum politisk ósemja er um. Spurningurin um uppboðssølu ella ikki er annar men hesin eisini knýttur at spurninginum hvørt útlendingar skulu sleppa at kappbjóða um føroyska tilfeingið ella ikki. Ein uppboðssøla uttan útlendska kapping gevur ikki landskassanum nøktandi avkast og tí er spurningurin um útlendskan kapital ella eigaraskap heita epli, sum eingin í politisku skipanini hevur megna at lofta.

Ósemjan um framtíðar fiskivinnupolitikkin kann í stuttum kókast niður til ein ein ella kanska tveir grundleggjandi spurningar sum politisk ósemja er um.

Spurningurin um uppboðssølu ella ikki er annar men hesin eisini knýttur at spurninginum hvørt útlendingar skulu sleppa at kappbjóða um føroyska tilfeingið ella ikki. Ein uppboðssøla uttan útlendska kapping gevur ikki landskassanum nøktandi avkast og tí er spurningurin um útlendskan kapital ella eigaraskap heita epli, sum eingin í politisku skipanini hevur megna at lofta.

Teir partar sum halda fast um eina uppboðssølu ræðast fyri at sterkir reiðarar sum Kristian Martin, Hanus ella Jákup Jacobsen í Gøtu o.l. skulu gerast ein Regin á Bakka og sita meira ella minni einsamallir á vinnuni. Uppboðsølan skal gera tað lættari hjá nýggjum aktørum at sleppa fram at veiðuloyvunum, men eisini her er neyðugt við útlendskari luttøku, tí Føroysku peningastovnarnir hava longu í dag týðandi áhugamál í vinnuni við verandi aktørum, so teir hava neyvan áhuga at fíggja nýggjum leikarum sum kundu hugsa sær at bjóða á eini uppboðssølu og harvið gerast ein kappingarneyti til verandi aktiv hjá føroysku peninga- og fíggingastovunum.

Tjóðveldi hvørs leiðsla hevur verið eyðsýnd sum pro uppboðssølu – hevur longu melda út at tey vil hava uppboðssølu, men uttan at útlendingar sleppa at luttaka í kappbjóðingini og hevur floksleiðslan harvið lagt sjógv ímillum mest víðgongdu sjónarmiðini, sum eitt nú stjórin á Hagstovu Føroya hevur staðið fyri – har mælt var til at gera eina totalt fríða uppboðssølu, sum gav max til landskassan og so lá vertin á um útlendingar fiskaðu fólksins ogn.

Eftir at hava tosað við umboð í ymisku flokkunum kunnu vit staðfesta at stórur partur av tinginum hevur ásanna at ein uppboðssøla uttan útlendskan kapital kemur ikki at fungera og tí verður tosað um eina avmarkaða uppboðssølu av fiskiloyvum fyri at gera royndir politiskt og vinnuligt.

Tosað verður eisini um eina landafrøðiliga skeikling av fiskiloyvum, men hetta kunnu tingmenn neyvan fremja nakra skilagóða vinnulóggávu um, tí so ella so verða tað væl altíð stór og sterkar vinnufyritøkur/reiðarríð sum koma at sita á stórum pørtum av vinnuni.

Eingin ivi er um at politiska skipanin hevur flutt seg langt viðvíkjandi fiskivinnupolitikkinum og Fólkaflokkurin sum hevur verið harðliga ímóti uppboðsølu og tilfeingisgjaldi hevur samstundis sum flokkurin hevur sitið við ábyrgd av Fiskivinnumálum, slept fastatakinum í verandi skipan og tekur í dag 170 mió. kr. inn í tilfeingisgjaldi. Hinvegin heldur flokkurin fast í at eingin uppboð søla skal verða og fiskimálaráðharrin hevur eisini sagt at útlendingar skulu úr veiðu liðnum og missa rættin sum tey hava í dag  at eiga 1/3 av føroyskum feløgum sum hava fiskiloyvi.

Ein ávísur ótti verður alla tíðina sáddur millum mannað fyri at væl rikin føroysk reiðarríð skulu gerast stór og máttmikil, men spurningurin er um politiska skipanin kann ávirka hesa gongdina uttan at geva útlendingum atgongd til Føroysk veiðuloyvi – sum teir hóast ásetingar í lógini um vinnuligan fiskiskap, longu hava í dag.

Grundleggjandi eiga vit at varðveita eina føroyska fiskivinnu og so hvørt sum vit menna okkum at fiska nýggj fiskasløg sum eru komin inn á grunnarnar, mugu útlendingar víkja.

At búskaparráði og partar av politisku skipanini hava trupult við at góðtaka at føroyskir sjómenn, sum ikki hava brúkt 20 ár á skúlabeinki, kunnu tjena pengar – nógvar pengar – er sera óheppið og óføroyskt. At tað gongur gott í uppisjóvarvinnuni ger at ikki er neyðugt at allir ungdómar útbúgva seg til at flyta av landinum og lítil ivi er um at júst uppisjóvarflotin hevur beinleiðis havt ávirkan á at fólka fráflytingin er steðga.

Ein komandi fiskivinnunýskipan má ikki spenna bein fyri menning av og rationalisering av føroysku fiskivinnuni og líkamikið hvussu ein vinna er saman skrúva verða tað tey dugnaligu sum vaksa seg stór.

Politiska skipanin hevur sum sagt flutt seg burtur frá mest ekstremu sjónarmiðunum og setur politiska skipanin sær fyri at viðgera og finna semju leiklutin hjá útlendingum í føroysku vinnuni, so fellur restin uppá pláss og vinnan kann koma víðari.

Eitt er givið at landskassin, sum framhaldandi gevur hall, hevur brúk fyri stórum inntøkum í framtíðini tí málið hjá samlaðu politisku skipanini ein sjálvberandi føroyskur búskapur. Hetta merkir at blokkurin skal eisini burtur og tað verður framt í tráð við yvirtøkur. Men at vantað at fiski- og alivinnan einsamallar skulu bera á mál er tað væl neyvan nakar sum roknar við. Tekur tað almenna frá vinnuni við gjøldum sum eru uttan um skattaskipanina og sum avspegla tørvin hjá landskassanum – ella sum avkast av eini uppboðsølu – versnar føroyska kappingarføri móti útlendskum fiskimonnum og reiðarríðum. At føroyskar fiskavørur í framtíðini verða ein vaksandi partur av altjóða samhandlinum er tað sum kemur at bera tjóðina fram, tí meira vit sjálvi megna at virka og skapa – tess meira menna vit okkum sum tjóð.