Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bústaðir komið væl áleiðis við miðbýðarætlanini í Klaksvík

Oliver Joensen

Tær 30 íbúðirnar og handils hølini, ið skulu byggjast í samband við miðbýarætlanina, eru komin væl ávegis á skriviborðinum. Andras Róin, stjóri á Bústaðir sigur, at Bústaðir hevur havt innkomið tilboð til viðgerðar, og har eru nógvir lutir sum skulu upp á pláss. Men vit eru komin somikið langt í arbeiðinum, at vit rokna við at kunna fara út saman við Klaksvíkar Kommunu, seinast í hesum mánaðinum við meira ítøkiligari kunning.

Tær 30 íbúðirnar og handils hølini, ið skulu byggjast í samband við miðbýarætlanina, eru komin væl ávegis á skriviborðinum.

Andras Róin, stjóri á Bústaðir sigur, at Bústaðir hevur havt innkomið tilboð til viðgerðar, og har eru nógvir lutir sum skulu upp á pláss. Men vit eru komin somikið langt í arbeiðinum, at vit rokna við at kunna fara út saman við Klaksvíkar Kommunu, seinast í hesum mánaðinum við meira ítøkiligari kunning.

Víðari sigur Andras Róin, stjóri fyri Bústaðir, at tað eru nógv, sum hava spurt seg fyri um íbúðir í miðbýnum í Klaksvík. Eisini hava fleiri, sum nú búgva í eldraíbúðunum undir Kráarbrekku eisini spurt seg fyri, um møguliga at flyta oman í nýggju íbúðirnar, ið byggjast skulu í miðbýnum.

Tað eru bara tveir dagar síðani, at vit høvdu fund við Klaksvíkar Kommunu har borgarstjórin, Jógvan Skorheim og Tummas T. Eliasen, kommunustjóra, saman vóru vit samdir um at meldað okkurt út 27. Oktober í ár, so tá fáa vit at síggja, um tað verður egg ella ungi, sigur Andras Róin at enda.