Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FSF FORSETIN: KÍ er ikki komið sovandi til úrslit

John William Joensen

Liðið hevur havt nakrar sera drúgvar og dugnaligar leikarar, sum hava leikt fleiri hundrað dystir hvør. Felagið hevur eisini havt eitt vælvirkandi ungdómsarbeiði fyri gentir. Tað er tí hugaligt at síggja, at felagið eisini hevur duga at ment nýggjar og góðar leikarar, segði FSF forsetin Christian Andreasen í røðu síni.

Liðið hevur havt nakrar sera drúgvar og dugnaligar leikarar, sum hava leikt fleiri hundrað dystir hvør. Felagið hevur eisini havt eitt vælvirkandi ungdómsarbeiði fyri gentir. Tað er tí hugaligt at síggja, at felagið eisini hevur duga at ment nýggjar og góðar leikarar, segði FSF forsetin Christian Andreasen í røðu síni.


Heilsan til Klaksvíkar Ítróttarfelag, 18.okt. 2014.

Fyrst av øllum fari eg at takka Klaksvíkar Kommunu og KÍ fyri at skipa fyri hesum kvøldinum, sum er við til at heiðra kvinnurnar, – hetta kvøldið er eisini við til at kasta á ljós kvinnufótbólt í Føroyum.

Vegna Fótbóltssamband Føroya vil eg ynskja KÍ hjartaliga tillukku við meistaraheitinum, sum er 15-anda meistarheiti á rað.

Tað er meira enn 120 ár síðani, at TB sum tað fyrsta føroyska fótbóltsfelagið varð stovnað. Teimum á baki komu so KÍ og HB í 1904, og tey næstu árini blivu fleiri fótbóltsfeløg stovnað.

Men í Føroyum var fótbóltur bert fyri menn. Tað var ikki fyrr enn í 1985, at kvinnukapping varð skipað av FSF. B36 vann fyrsta FM heitið. Fram til aldarskiftið vunnu høvuðsstaðarfeløgini flestu FM heitini, tó vann Skála í 1990 og 1992, ÍF í 1991 og KÍ í 1997.

Í 2000 byrjaði so sigursrøðin hjá KÍ og hevur KÍ í dag vunnið 15 meistaraheiti á rað, sum samstundis eisini er 16. meistaraheitið hjá felagnum. Føroyskur kvinnifótbóltur hevur dystast um 30 meistaraheitir, og hevur KÍ vunnið 16 av teimum. Hetta má sigast at verða eitt satt bragd.

Samstundis hevur KÍ liðið vunnið 12 av 25 steypafinalum árini 1990 til dagin í dag.

KÍ er ikki komið sovandi til hesi úrslit. Liðið hevur havt nakrar sera drúgvar og dugnaligar leikarar, sum hava leikt fleiri hundrað dystir hvør. Felagið hevur eisini havt eitt vælvirkandi ungdómsarbeiði fyri gentir. Tað er tí hugaligt at síggja, at felagið eisini hevur duga at ment nýggjar og góðar leikarar.

Ein slíkan dag sum í dag, so kemst ikki uttanum at nevna nakrar leikarar, so sum Rannvu, Ragnu, Malenu, Báru og Randi, sum hava verið drívkraftin á liðnum. Hesar hava eisini leikt millum 300 og 450 dystir – nevnast kann, at Rannvá hevur skorað yvir 600 mál í uml. 430 dystum – herundir landskapping, steypakapping og Evropeiskar dystir.

Tit hava eisini traðkað til á landsliðsnum. Vit í FSF eru sera fegin um, at fleiri av tykkum vildu taka eitt tørn afturat, nú vit luttóku í HM-undankappingini. Mótstøðan var hørð, men vit megnaður at fáa 2 stig til høldar.

Ofta verður sagt, at kvinnufótbólturin hevur tað trupult í Føroyum. Men um vit taka luttøkuna í mun til fólkatalið, so eru Føroar væl við lutfalsliga.

UEFA hevur tann málsetning, at í minsta lagi 3 % av øllum kvinnum skula leika fótbólt. Her eru Føroyar langt á odda, við tað at 8% av kvinnunum leika fótbólt. Næst kemur Norra við 4,4%, Ísland við 3,8% og Svøríki við 3,5%.

Tó eru vit varug við, at tað kann ganga skjótt hvønn vegin, og tí er tað av stórum týdningi, at vit alla tíðina geva fótbóltinum góðar umstøður, at geva børnunum góðar venjarar, ja, eg fari at loyva mær at siga: teir bestu venjararnar, soleiðis at røturnar kunnu bera ávøkstur.

Klaksvíkar Ítróttarfelag er eitt felag við einari sterkari søgu, besta mansliðið hevur vunnið 17 meistaraheitir.

So nú kann málið hjá kvinnunum verða at vinna í minsta lagi eitt meistaraheiti afturat. So eru tit javnar við menninar, – og møguliga verður tað eisini ein íblástur til menninar, so vit eisini skjótt fara at síggja teir á tindunum aftur.

Kvinnur hava stóran týdning fyri fótbóltin, og er tað eisini ynski hjá FSF at fáa fleiri kvinnur aktivar sum venjarar, dómarar, leiðarar og nevndarlimir. Tað er einki at taka seg aftur í, at KÍ er eitt undangongufelag innan hetta økið.

Enn einaferð hjartaliga tillukku við ynskjum um eina bjarta framtíð fyri kvinnufótbólt og fótbólt sum heild bæði í Klaksvík og runt alt Føroya land.

Christian Andreasen,

FSF forseti