Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Greiður KÍ sigur móti AB

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

Europa League vónin hjá KÍ livir enn eftir at KÍ vann og NSÍ tapti í dag.

Tað var klassamunur í Klaksvík í dag. Tað lá kanska eisini í kortunum áðrenn, tí fortreytirnar vóru so ymiskar hjá liðunum samstundis, sum KÍ ofta hevur gott tak á AB. AB manglaði nógvar leikarar, meðan KÍ var fullmannað og harafturat hevði KÍ nakað at spæla fyri.
3-0 var í hálvleikinum, har Heðin á Lakjuni, Henry Heinesen og Jóhan Jacobsen høvdu skorað málini. Í seinna hálvleiki kom AB betri við, men KÍ økti til bæði 4-0 og 5-0 við málum frá Heðini á Lakjuni og Hjalgrím Elttør. Sandri Færø fekk minkað um munin til endaliga úrslitið 5-1.
Heðin dagsins leikari
Eftir dystin valdi Bláa Bylgjan dagsins leikara. Heðin á Lakjuni fekk hendan heiðurin frammanfyri Ndende Adama Gueye og Hjalgrím Elttør.