Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Úr blaðsavninum: PENGAR KEYPA MEISTARAHEITIR – Seinastu 14 árini hava høvuðstaðarfeløgini vunni 80% av FM heitunum í fremstu deildini

John William Joensen

NORÐLÝSIÐ.fo tann 20/10 2014: Seinastu 14 árini hevur HB verið føroyameistari 7 ferðir og B36 fýra ferðir. Høvuðsstaðarfeløgini sita tungt á Føroyskum fótbólti og síðan aldarskifti hevur FSF einans handað steypið tríggjar ferðir uttan fyri Havnina. Frá fyrsta FM heitinum í 1942 til ár 2000 høvdu HB og B36 annars vunnið 40% av FM-heitunum. Frá 2001 til 14 hava Havnafeløgini vunnið næstan 80% av FM. Tey somu feløgini sum fáa ALLAR EVROPA CUP pengarnar mannaðu topp 6 plássini í fjørð og fimm av somu stuðulsfeløgum hjá UEFA eru aftur fremst í EFFO deildini eftir næst seinasta leikumfar. Einans KÍ, sum í løtuni liggur á 6. plássi hevur uttan Evropa Cup pengar megna at blanda seg í top 6 av føroysku feløgunum.

Seinastu 14 árini hevur HB verið føroyameistari 7 ferðir og B36 fýra ferðir. Høvuðsstaðarfeløgini sita tungt á Føroyskum fótbólti og síðan aldarskifti hevur FSF einans handað steypið tríggjar ferðir uttan fyri Havnina.

Frá fyrsta FM heitinum í 1942 til ár 2000 høvdu HB og B36 annars vunnið 40% av FM-heitunum. Frá 2001 til 14 hava Havnafeløgini vunnið næstan 80% av FM. 

Tey somu feløgini sum fáa ALLAR EVROPA CUP pengarnar mannaðu topp 6 plássini í fjørð og fimm av somu stuðulsfeløgum hjá UEFA eru aftur fremst í EFFO deildini eftir næst seinasta leikumfar. Einans KÍ, sum í løtuni liggur á 6. plássi hevur uttan Evropa Cup pengar megna at blanda seg í top 6 av føroysku feløgunum.

Peninganøgdirnar frá UEFA til vinnandi feløgini í Føroyum seinastu fimm árini eru vaksnar so ómetaliga nógv.

Taka vit bara seinastu seks árini hevur HB fingið heilar 12 mió. kr. fyri at gerast meistari og steypavinnari, meðan feløg sum KÍ og TB hava á hvørjum árið eins og øll onnur feløg ”einans” fingið góðar 100.000 kr. fyri at hava ungdómsfótbólt og góðar 30.000 fyri at luttaka í fremstu deildini.

Síðan 2008 eru góðar 40 milliónir latnar føroyskum meistarum og steypavinnarum

41% eru lætnar HB og B36.

35% eru lætnar NSÍ, Víkingur og ÍF.

23% eru lætnar EB/STREYMI

Feløg úr Suðuroynni, Sandoynni, Vagum og Norðoyggjum hava seinastu 6 árini ikki fingið eina krónu, tá eingi lið úr hesum økjum hava megna at spælt seg fram í oddin.

UEFA pengar til føroysk feløg seinastu 6 árini:

HB …….. kr. 10.987.500,-

EB/STR.. kr. 9.037.500,-

Víkingur..kr. 6.225.000,-

NSÍ ……… kr. 4.725.000,-

B36……… kr. 4.650.000,-

ÍF………… kr. 2.475.000,-

Endastøðan í landskapping 2013

1… HB

2…ÍF

3…B36

4…NSÍ

5…EB/STR

6…VÍKINGUR

Støðan 2014 eftir 26 leikumfør

1…B36

2…HB

3…Víkingur

4…NSÍ

5…EB/STR

6…KÍ

7…ÍF

8…AB

9…B68

10…Skála


FM – vinnarar

2001 B36

2002 HB

2003 HB

2004 HB

2005 B36

2006 HB

2007 NSÍ

2008 EB/STR

2009 HB

2010 HB

2011 B36

2012 EB/STR

2013 HB

2014 B36


Umframt omanfyri nevndu mió. stuðul frá UEFA til serliga Havnafeløgini gera FSF/UEFA stórar íløgur í stadion á Tórsvøllið.

Soleiðis fordeila FSF og UEFA milliónirnar kring landið (rund tølum):

Uml 60 mió kr til Tórsvøllur (Tjóðarleikvøllurin)

– Graslíki

– Ljósmastrar

– Suðurendin (bygningur í 3 hæddum við tribunu)

– Eystursíðan (yvirdekking)

12 mió kr til Svangaskarð

– Graslíki

– Renovering/útbygging av húsinum

2,1 mió kr til KÍ/Klaksvíkar Kommunu

– Graslíki

– Bláa Skýlið

1,5 mió kr til TB/Suðuroyar Ítróttardepil

– Planering

– Gralíki

– Hús

900.000 kr til EB/ST/Eiðis Kommunu

– Planering

– Graslíki

600.000 kr til MB/Vága Kommunu

– Graslíki

600.000 kr til SÍF/Vága Kommunu

– Graslíki

600.000 kr til B71/Sandoyar Skúlastýri

– Graslíki

850.000 kr til Víkingur/Eystur Kommuna

– Graslíki (2 vallir)

600.000 kr til NSÍ/ Runavíkar Kommunu

– Graslíki

600.000 kr til Skála/ Runavíkar Kommunu

– Graslíki

600.000 kr til ÍF/Fuglafjarðar Kommunu

– Graslíki

900.000 kr til Tórshavnar Kommunu/Hoyvík

– Planering

– Graslíki

600.000 kr til AB/Tórshavnar Kommuna

– Felagshús

600.000 kr til 07Vestur/Sørvágs Kommuna

-Felagshús

Harleyfacadeacryl