Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

LANDSINS 1. FLOKKAR FINGIÐ SÚKKLUHJÁLMAR

Tíðindaskriv

Næmingarnir í 1. flokki í Kommunuskúlanum í Havn vóru spentir í morgun, tá stóru kassarnir stóðu í durinum. Eins og undanfarin ár fáa landsins 1. flokkar súkkluhjálm.

Næmingarnir í 1. flokki í Kommunuskúlanum í Havn vóru spentir í morgun, tá stóru kassarnir stóðu í durinum. Eins og undanfarin ár fáa landsins 1. flokkar súkkluhjálm.

Børnini vóru hugagóð, tá Ferðslutrygd greiddi teimum frá um hjálmarnar, og hví hann er umráðandi at brúka, tá vit súkkla, standa á rulluskoytum ella á rennihjóli. Fleiri søgdu søgur um, tá tey høvdu brotið arm, fingur ella bein, at tá bar til at fáa tað í rættlag. Verri er, um høvdið tekur í, tí tá kann vera verri at bøta.

Í skáanum í morgun vóru næmingarnir ein túr í grøna skúlagarðinum og royndu súkkluhjálmarnar.


Ávirkan á skaðar á høvur

Súkkluhjálmur kann ikki fyribyrgja at óhapp koma fyri, eins og hann ikki kann byrgja fyri øllum skaðum á høvdið. Men ert tú óheppin, og dettur av súkkluni, minkar vandi fyri skaðar á skalla, høvd og heila við upp í 50 %.


Hvussu virkar súkkluhjálmur?

Súkkluhjálmur virkar í fyrra lagi við at forða, at hvassir lutir, so sum steinar ellar hvassir lutir á súkkluni, sleppa gjøgnum húðina ella skallan. Í øðrum lagi javnar hjálmurin stoytin móti høvdinum yvir eina størri flatu. Hetta kann minka ella forða skaða á heila og skalla.

Tað eru Ráðið fyri Ferðslutrygd í samstarvi við Tryggingarfelagið Føroyar og Trygd, sum lata 1. floksnæmingunum hjálmar.


Tórshavn, 23. oktober 2014

Ráðið fyri Ferðslutrygd