Við nýggju heimasíðuni ber til hjá bæði seljarum og keyparum at samskifta beinleiðis við INNI um ognir.
Við nýggju heimasíðuni ber til hjá bæði seljarum og keyparum at samskifta beinleiðis við INNI um ognir.
Í hesum døgum verður ein tann mest nýmennandi, nýskapandi og samvirkna heimasíðan í Føroyum givin út. Tað er INNI saman við Elektron, sum hevur staðið fyri arbeiðinum at gera nýggju heimasíðuna, og ikki kann sigast annað enn, at tað er eitt nýbrot, tí eingin onnur heimasíða – tað ið vit vita – hevur allar hesar møguleikar.
– Vit eru sera glað fyri úrslitið og samstarvið við Elektron og glað fyri, at tað hevur eydnast okkum at fáa okkara mongu nýggju hugskot til at blíva til veruleika, sigur Kára á Dunga, stjóri í INNI.
– Flestu brúkarar, sum kenna okkara heimasíðu, vita, at tað í eina tíð hevur verið møguligt at taka bústaðarlýsingar og boðsskjal niður frá heimasíðuni og at fylgja við í, hvørji boð eru uppá hvørja ogn, hvussu stór upphæddin er, og nær tey ganga út.
– Eisini hevur verið møguligt at melda seg til okkara keyparasavn og fáa t-post, tá ið onkur ogn kemur út, ið svarar til tað, ið brúkarin hevur valt, eins og brúkarin kann velja sær nakrar yndisognir og fylgja við í, hvat ið hendir í sølugongdini, heldur Kára á Dunga fram.
– Nú verður uppaftur lættari at fylgja við, tí nú kunnu keypararnir rita seg inn og uppaftur betri fylgja við í, hvat ið hendir við einari ávísari ogn, eins og seljararnir nú kunnu fylgja við í, hvussu nógv hava hugt eftir teirra húsum, hvussu nógv hava tikið bústaðarlýsingina niður, og hvussu nógv hava bílagt framvísingar.
– Sum nakað nýtt kunnu keyparar nú bjóða uppá hús og bíleggja framsýningar beinleiðis frá heimasíðuni eins og seljarar kunnu bíleggja virðismetingar av sínum húsum. Eisini kunnu fólk nú rita seg inn og vita, um INNI í keyparasavninum hevur keyparar til júst teirra hús.
– Nú er eisini lættari at síggja, tá ið vit lýsa við átøkum og øðrum, og eisini er nógv lættari at síggja, hvar ið ognirnar eru, tí vit hava tvinnað heimasíðuna saman við eini kortskipan, sigur Kára á Dunga at enda.




