Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Brúkt 200 mió. kr. uppá hølir til almenna fyrisiting?

John William Joensen

Tann 18. mai 2013 undirskrivar borgarstjórin í Havn keypið av bygningunum hjá Banknordik í Niels Finsens gøtu umframt høvuðssætið hjá Banknordik í Húsagøtu. Tann 14. August 2014 samtykkir býráðið at samlaða “nútímansgerðin” av Sjóvinnuhúsinum skal kosta 73,9 mió. kr. og við keypsprísið, projektering v.m. hevur Tórshavnar Havn brúkt góðar 94 mió. kr. uppá Saltsølubygningi. Tann 17.10.2014 sigur Heðin Mortensen borgarstjóri í samrøðu við Sosialin at kommunan møguliga sjálv flytur inn í bygning. Býráðið hevur einmælt samtykt keyp og nýgerð fyri næstan 200 mió. kr. til almenna fyrisiting í høvuðstaðnum. Avgerðirnar eru fíggjaðar úr kommunukassanum og kassanum hjá Tórshavnar Havn.

Tann 18. mai 2013 undirskrivar borgarstjórin í Havn keypið av bygningunum hjá Banknordik í Niels Finsens gøtu umframt høvuðssætið hjá Banknordik í Húsagøtu. Tann 14. August 2014 samtykkir býráðið at samlaða “nútímansgerðin” av Sjóvinnuhúsinum skal kosta 73,9 mió. kr. og við keypsprísið, projektering v.m. hevur Tórshavnar Havn brúkt góðar 94 mió. kr. uppá Saltsølubygningi. Tann 17.10.2014 sigur Heðin Mortensen borgarstjóri í samrøðu við Sosialin at kommunan møguliga sjálv flytur inn í bygning. Býráðið hevur einmælt samtykt keyp og nýgerð fyri næstan 200 mió. kr. til almenna fyrisiting í høvuðstaðnum. Avgerðirnar eru fíggjaðar úr kommunukassanum og kassanum hjá Tórshavnar Havn.


18. mai 2013 skrivar Tórshavn.fo

Eitt samt býráð hevur samtykt at keypa bygningin hjá BankNordik í Niels Finsens gøtu. Partar av keypinum eru eisini tveir bygningar frammanfyri bankabygningin millum Niels Finsens gøtu og Tórsgøtu, og torgið millum bygningarnar. Keypsprísurin er kr. 52 mió.

Harumframt hevur býráðið gjørt bindandi avtalu um at keypa høvuðssætið hjá BankNordik í Húsagøtu fyri kr. 40 mió. Sambært keypsavtaluni yvirtekur kommunan hendan bygning, tá ið nýggja høvuðssæti bankans verður tikið í nýtslu eftir ætlan í 2015.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at høvuðsendamálið við keypinum av bankabygninginum í Niels Finsens gøtu er at savna alla ta kommunalu fyrisitingina í størri eindir og færri bygningar í miðbýnum. ”zFyrisitingin verður eftir hetta í høvuðsheitum á trimum adressum – ráðhúsinum, posthúsinum og bankabygninginum. Við hesum verða fortreytirnar at skipa fyrisitingina og tænastuna til borgararnar munandi betri og effektivari“, sigur Heðin Mortensen.

Hann leggur aftrat, at keypið harumframt er ein týdningarmikil liður í arbeiðinum at skapa ein munandi meira livandi miðbý. ”zØkið við ferðsluæðrina Steinatún og bankan, gongugøtan og Tórsgøta verða ætlandi umskipað til eitt livandi og spennandi umhvørvi við smáhandlum og tænastum eins og høvuðsatkoma til Snarskivuna, Kunningarstovuna og allan miðbýin“, sigur borgarstjórin.

Sambært keypsavtaluni yvirtekur kommunan bankabygningin tann 30. juni 2013. Kommunan flytur inn í tær báðar ovastu hæddirnar so skjótt hesar eru klárgjørdar. Bankavirksemið heldur fram í trimum teimum niðastu hæddunum til á vári 2015, tá ið nýggja høvuðssæti bankans væntandi verður tikið í nýtslu.

Í dag húsast kommunala fyrisitingin í 9 ymsum bygningum. Kommunan fer í næstum at selja teir bygningar, sum kommunan ikki longur hevur tørv á.

Heðin Mortensen sigur, at ætlandi verður bygningurin í Húsagøtu brúktur til ymsar lógarbundnar kommunalar tænastur eitt nú innan heilsuøki. ”zVið keypinum av bygninginum í Húsagøtu kunnu vit endurnýggja høliskarmarnar til framtíðar tørvin og so nær miðbýnum sum gjørligt“, sigur borgarstjórin.

Tann 14. august 2014

samtykkir býráðið at samlaða “nútímansgerðin” skal kosta 73,9 mió. kr. og við keypsprísi, projektering v.m. hevur Tórshavnar Havn brúkt góðar 100 mió. kr. uppá Saltsølubygningi.

Tann 17. oktober 2014

Í samrøðu við Sosialin í dag rør Heðin Mortensen fram undir at kommunan møguliga sjálv flytur inn í bygning sum kostar 100 mió. kr. . Borgarstjórin ger greitt at skipanar uppskotið sum lá til grund fyri býráðssamtyktina tá býráði játtaði pengar til verkætlanina, er ikki bindandi. Skipanar uppskotið sum var lagt fyri býráðið tá peningur var játtaður er sambært borgarstjóranum bert eitt uppskot um møguleikar at brúka bygningin.

Í samrøðuni verður borgarstjórin spurdur um ikki ein kost/nyttu kanning eigur at liggja aftanfyri eina íløgu fyri 94 mió.?

Eg veit ikki, nær man hevur gjørt nóg nógvar kanningar. Tú mást taka kjansir her í lívinum, sigur Heðin Mortensen. Í samrøðuni ger hann greitt at bygningurin fyrst og fremst skal brúkast til virksemið hjá Tórshavnar Havn og kanska flytur kommunan sjálv inn í bygningin. Hóast tað í skipanaruppskotinum stendur at umleið 3.000 fermetrar eru at leiga út til skrivstovur, ger borgarstjórin greitt at tað er í løtuni óvist um hvussu nógv verður at leiga út. Talan verður bara um at leiga út um okkurt pláss er eftir.

Heðin Mortensen og Vinnunevndin hjá Tórshavnar Býráð presenteraðu hugskotið um Sjóvinnuhúsið sum eitt stórt vinnuligt átak til frama fyri alt vinnulív í Føroyum á tíðindafundi og skipanaruppskotið sum var grundarlag fyri tíðindafundinum var eisini grundarlag tá Tórshavnar Býráð játtaði 94 mió. kr. til Sjóvinnuhúsið sum skuldi verða eitt nýtt ”Silicon Vally” LES HER

Vinnunevndin hevði stórar ætlanir og allir býráðslimir tóku undir og játtaðu pening SÍ HER

Sjóvinnuhúsið sum skuldi verða eitt vinnuligt átak fyri allar Føroyar verður nú hølir til fyrisiting og annað virksemi hjá Tórshavnar kommunu og Tórshavnar Havn. Saman við keypunum av Banknordik bygningunum hevur býráðið brúkt 200 mió. kr. til hølir at húsa almennari fyrisiting og tænastum.