Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mjølnir menninir vunnu á Fleyr

Jákup Ósá

Mjølnir menninir hava gjørt stór framstig í ár og liggja í løtuni til at koma í steypafinaluna eftir sigur móti Fleyr í Klaksvík í dag.

Fleyr hevði undan dystinum ongan dyst tapt hetta kappingarárið. Mjølnir vann seinasta vikuskiftið 3-2 móti SÍ í steypakappingini, men tapti 3-0 móti ÍF á útivølli fríggjakvøldið.
Mjølnir vann 3-2 móti Fleyr í dag. 25-22, 25-21, 12-25, 22-25 og 15-9 endaðu sett úrslitini. Tað merkir, at Mjølnir hevur 5 stig og liggur á odda í steypakappingini, har øll liðini spæla tvær ferðir móti hvørjum øðrum, har tvey tey bestu fara í steypafinaluna. Mjølnir skal vinna 2 av seinastu 3 dystunum fyri at tryggja sær finalupláss. 
Myndin er av Mjølnir hópinum í dag.
Harleyfacadeacryl