Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyar nummar 4

Ítróttur

Føroyar gjørdust nummar fýra í altjóða flogbóltskappingini fyri U17 kvinnur.

Føroyar gjørdust nummara fýra, eftir at hava vunnið á Norra og Ísland og tapt á Danmark, Svøríki og Finlandi.

Føroyska kvinnulandsliðið spældi væl og dysturin var sera javnur. Danmark vann fyrsta og annað sett meðan føroysku kvinnurnar vunnu triðja sett. Fjórða sett varð sera javnt og liðini skiftust um at verða frammanfyri, men setti endaði við at Danmark var frammanfyri 25-23

Vinnarin av NEVZA U17 fyri kvinnur varð Finland. Svøríki endaði á øðrum plássi og Danmark á triðja plássi meðan Føroyar gjørdust nummar 4, við einum flottum avrikið.