Peter A. E. Djurhuus, fíggjarleiðari á Tekniska Skúla í Havn, og harafturat sílaveiðumaður, sigur at tað hevur verið sera spennandi at fylt laksateljaranum í ár.
Peter A. E. Djurhuus hevur gjørt eitt stórt og enthusiastiskt arbeiði við Laksateljaranum, sum Tekniski Skúlin í Havn hevur ment.
Fyrst í juli bleiv teljarin lagdur út í ár, og alla tíðina hevur Peter fylgt neyvt við fyrst og fremst í teldu síni, men eisini við at vitja í Leynará, at reinsa teljaran ta tað hevur verið neyðugt.
Áarføri
Tá áðarføri er, kemur nógv oman eftir ánni, og Peter sigur, at serliga í hoyggingartíðini rekur nógv oman ánna og á teljaran. Men í ár hevur teljarin hildið seg nógv reinari enn í fjør, tí vit hava í ár gjørt eitt hol beint frammaní á teljaranum, so vatnið lættari streymar ígjøgnum. Í 2013 og frammanundan var bert opið á síðuni, og hetta gjørdi at opið seyg nógv inn í teljaran, við tí fylgju at neyðugt var at reinsa hann oftari. Í ár haldi eg at eg bert havi verið í Leynará og reinsa einar tríggjar fýra ferðir, ímóti í 2013, tá eg mundi vera einar 10-15 ferðir úti í ánni at reinsa.
Tey, ið hava hugt í teljaran sum hevur verið stroymaður á Norðlýsinum, hava ivaleyst lagt merki til eitt runt hol, ið er á ”inngongini” hjá laksunum. Hetta hava vit ment teljaran við í ár fyri at fyribyrgja at laksar liggja og bakka oman til fotosellurnar og harvið órógva teljingina. Hetta hevur verið tí ótrúliga hjálp, tí sjálv teljingin hevur rigga nógv betur í ár enn árini frammanundan.
Stroymað á Norðlýsinum
Afturat reinsingini av sjálvum teljaranum, hevur Peter A. E. Djurhuus eisini brúkt hvønn morgun áðrenn skúlatíð, at kanna myndirnar, ið tiknar eru av laksunum.
Tað er nevniliga so, at tað eru ikki bert laksar, ið fara niðan ígjøgnum teljaran, men eisini hópur av sílum. Í teljaranum er umframt videotólið, sum hevur verið stroymað á Norðlýsinum, eisini eitt fototól, ið tekur eina mynd av hvørjum einasta fiski, sum kemur niðan ígjøgnum traktina.
Enn dugur teljarin ikki at síggja mun á síli og laksi, og tí hevur Peter sitið hvønn morgun og spolað allar myndirnar ígjøgnum fyri seinasta samdøgrið, fyri at trekkna sílini frá talinum, ið teljarin hevur talt hetta tíðarskeiðið. Laksateljarin skal jú bert telja laksarnar, ið fara niðan.
Um laksalús
Nógv hevur verið frammi í Føroyum og aðrastaðni um trupulleikan við laksalús. Normenn hava eisini klagað um, at villi laksurin, sum teir fiska í áunum har, mangan er fongdur av og illa fyri av laksalús.
Vit spyrja Peter A. E. Djurhuus, um hann hevur varnast nakað slíkt á føroyska laksinum, nú Petur hevur sitið hvønn morgun og hugt eftir hvørjum tí einasta laksi, ið er komin niðan Leynará.
Nei, sigur Peter avgjørdur, eg havi als ikki sæð tekin um, at fiskur, ið er komin niðan ígjøgnum teljaran er lúsbitin yvirhøvur, tó, onkur hevur sæð onkra lús á onkrum laksi, sum fingin er, men nei, hetta er eingin trupulleiki her hjá okkum og tað vit hava sæð er ikki meira enn í natúrligt er, so lús hava vit als ikki havt trupulleikar av.
Framtíðin
Vit spyrja Peter A. E. Djurhuus um ætlanir eru um at menna laksateljaran enn meira. Ja, sigur Peter, sum eg havi sagt tær áður, so hava vit nógvar framtíðarætlanir við laksateljaranum. Tað ber til við nýggjari tøkni at eyðmerkja hvønn einasta laks, ið kemur ígjøgnum teljaran, soleiðis at laksateljarin kennir laksarnar aftur tá teir koma niðan Leynará. Vit hava samband við ein mann í Føroyum, ið kann gera hetta arbeiðið, men til tað krevst at vit fáa onkran áhugaðan íleggjara ella sponsor, tí peningur skal til slíkt arbeiði.
Eisini hava vit eina eldsál í felagnum, Jákup Lamhauge, lærara her á Tekniska Skúla, ið hevur verið drívmegin í menningini av Laksateljaranum. Hann fer frá í januar í komandi ári. Eg havi tosað við hann um hann tá fer at sleppa projektinum. Men hann vissar meg um, at tá fer hann at fáa meira tí til hetta, og tað haldi eg ljóðar gott fyri projektinum.
Annars eru eisini spennandi átøk fyri framman, tí komandi vár fer Sílaveiðufelagið undir at seta út eina nýggja stammu av laksi, hetta orsakað av at tað hevur gingið heldur striltið við at fáa laks aftur í áirnar í Leynum og Saksun tey seinnu árini.
Í hesum sambandi verður Laksateljarin eitt sera hent amboð at granska hvussu leikur fer nú nýggjur laksastovnur skal arbeiðast upp. Tað fara at ganga tvey ár til hesir laksar fara at koma aftur, og tí hava vit nú góða tíð at menna Laksateljaran enn meira, soleiðis at vit neyvari kunnu skráseta hvønn einasta laks..
Fegnast um stroymingina
At enda sigur Peter A. E. Djurhuus, at hann er ómetaligur glaður fyri stroymingina á Norðlýsinum. Hetta hevur lætt mær og øðrum ótrúliga nógv um kunningina, tí vit vóru bert fáir, ið sótu inni við upplýsingunum um hvat teljarin taldi, og tað hevur sjálvandi við sær, at sílafiskarar vildu hava at vita frá okkum og tað gav okkum nógv eyka arbeiði.
Eg havi bara fingið positivar afturmeldingar um stroymingina, sigur Peter A. E. Djurhuus og sílafiskarar eru glaðir fyri møguleikan at kunna fara live inn í teljaran allar tíðir á samdøgrinum. Eg haldi eisini at Sílaveiðufelagið hevur havt gagn av hesum og tí eru vit eisini áhugaðir í at halda fram við samstarvinum við Norðlýsið á hesum økinum.




