Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Meirnýtsla-anarki-bananrepublikk

Jógvan Páll Lassen

Í sambandi við meirnýtsluna hjá SSL í fjør, eru fjølmiðlar, politikkarar og onkur advokatur farin fullkomiliga í sjálvsving og alt verður blandað saman til ein stóran skilaleysan peruvelling.

Í sambandi við meirnýtsluna hjá SSL í fjør, eru fjølmiðlar, politikkarar og onkur advokatur farin fullkomiliga í sjálvsving og alt verður blandað saman til ein stóran skilaleysan peruvelling.

At brot verður framt á stýrisskipanarlógina § 43, stk. 2, er einki óvanligt, og í yvirlitinum frá landsstýrismálanevndini 20. januar 2010, har Jóannes Eidesgaard varð kærdur inn fyri landsstýrismálanevndina, er í fylgiskrivi upplýst, at uml. 600 ferðir – í tíðarskeiðnum 2003-2008 – varð brot framt á stýrisskipanarlógina og sæst eisini m.a., at SSL fyri árini 2005, 2006, 2007 og 2008, hevði eina meirnýtslu – og harvið framdi landsstýrismaðurin brot á stýrisskipanarlógina – uppá ávikavist kr. 14,7 mió., kr. 10,6 mió., kr. 0,1 mió. og kr. 6,9 mió.

Hetta vísir greitt, at brot á stýrisskipanarlógina og nú játtanarlógina, er eitt vanligt fyribrygdi og er sostatt ikki nakað, sum núverandi løgmaður hevur funnið uppá ella bjóðað inn til.

Hyggja vit eftir tølunum annars fyri landskassaroknskapirnar, so sæst:

at Karsten Hansen sum heilsumálaráðharri í 2013 hevði eina samlaða meirnýtslu á sínum øki, spjadda yvir 15 konti uppá gott kr. 7 mió., harav tann størsta einstaka var kr. 4,1 mió.

at Aksel V. Johannesen sum heilsumálaráðharri í 2009 soleiðis breyt stýrisskipanarlógina 9 ferðir við tilsamans einari meirnýtslu við tilsamans kr. 9 mió.

at Høgni Hoydal í tíðarskeiðnum 1998-2002 framdi fleiri brot á stýrisskipanarlógina, hóast tølini vóru væl minni enn omanfyri.

at Páll á Reynatúgvu, tá hann hevði ábyrgd av Almannaráðnum í 2002, framdi 6 brot á stýrisskipanarlógina við einari meirnýtslu uppá kr. 1,7 mió.

og meðan Bjørn á Heygum sat sum løgtingslimur í 1997, var fyri almannamál ein meirnýtsla uppá kr. 32 mió.

Alt hetta er farið fram, uttan at nakað er hent.

Hetta vísir eisini, at eingin automatikkur er ímillum tað, at bróta stýrisskipanarlógina, og brot á lóg um ábyrgd landsstýrismanna. At øll hesi brot eru framd og einki er hent, má eg sum borgari tí skilja soleiðis, at løgingið ikki hevur mett, at brot er framt á lóg um ábyrgd landsstýrisins.

Ábyrgdarlógin § 4 nevnir “medvirkni” sum í revsilógini § 23 definerað sum “alle der ved tilskyndelse, råd eller dåd har medvirket til handlingen“.

Málið, sum í løtuni er til umrøðu í Føroyum – meirnýtsla á SSL – er tí ikki ein spurningur, hvørt landsstýrismaðurin hevur brotið stýrisskipanarlógina ella ikki – tað hevur hann eins og allir teir omanfyri – men um hann hevur brotið lóg um ábyrgd landsstýrismanna.

Viðgerðin hjá nevndini eftir hetta snýr seg tí um:

1. Hvørt brotið á stýrisskipanarlógina, eisini er brot á § 5 og § 4 í løgtingslóg um ábyrgd landsstýrismanna.

2. At tað er landsstýrismaðurin og bert landsstýrismaðurin, sum kann áleggjast ábyrgd eftir løgtingslóg um ábyrgd landsstýrisins.

3. At landsstýrismálanevndin í síni kanning – hóast tað er átaluvert, at landsstýrismaðurin ikki bað um eykajáttan og syrgdi fyri at fáa viðurskiftini í rættlag í fíggjarárinum 2013 – kemur til, at tað ikki ber til at staðfesta, at landsstýrismaðurin hevur brotið løgtingslógina um ábyrgd landsstýrismanna.

Landsstýrismálanevndin metir sostatt, at landsstýrismaðurin ikki í medvirkni hevur framt brot á lógina.

At talan er um ein minniluta í tí einu avgerðini, broytir ikki hesa støðu, tí talan var eisini um ein meiriluta og minniluta, tá ið kanningin um Kára P. Højgaard og Kaj Leo Holm Johannesen varð sett í gongd, tá Skálafjarðartunnilin skuldi kannast.

Fyri at bróta lógina um ábyrgd landsstýrismanna, skulu tey vanligu revsirættarligu hugtøkini vera uppfylt, men má eg her staðfesta, at nógv samskifti hevur verið millum stovnin og landsstýrismannin, at stjórin misti starvið, at uttanhýsis kanning varð sett í verk fyri at finna útav hvørji røttu tølini vóru, og kom tá fram, at rættiligt óskil hevði verið á stovninum.

Longu av hesum grundum eru tey subjektivu revsirættarligu kriteriini fyri at brot skal vera framt á lóg um ábyrgd landsstýrismanna, ikki uppfylt, og er tí avgerðin hjá meirilutanum í nevndini røtt.

Omanfyri nevndu staðfestingar um hvussu ofta stýrisskipanarlógin hevur verið brotin gjøgnum seinru árini staðfestir, at yvirskriftir sum:

“Løgmaður bjóðar okkum at bróta lógina”

“Anerki á hægsta stigi: Innbjóðing til lógarbrot”

einki hava við veruleikan at gera.

Tórshavn 3. november 2014

Jógvan Páll Lassen