Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Páll ivasamur til landsdystin

Jákup Ósá

Sami skaði undir ilini spøkir aftur hjá Páll A. Klettskarð, sum í løtuni ikki fær vant.

Sami skaði undir ilini spøkir aftur hjá Páll A. Klettskarð, sum í løtuni ikki fær vant.

Tá A-landsliðið vandi á Tórsvølli í kvøld var eingin Páll A. Klettskarð at síggja. Orsøkin er, at hann er skaddur. Føroyska A-landsliðið spælir á útivølli móti Grikkalandi um 11 dagar og ivasamt er, um Páll røkkur tí dystinum.

– Tað var í seinasta dystinum móti EB/Streymi, at eg fekk trupulleikar við fótinum. Hetta er sami skaði, sum eg hevði áðrenn kappingina í ár. Síðani er tað bara blivið verri, og í løtuni fái eg ikki vant. Talan er um pínu undir ilini, men søgan sigur, at tað kann blíva gott aftur uppá stutta tíð viðhvørt, so enn er ov tíðliga at siga nakað við vissu. Eg má tosa við landsliðsvenjarin, og so taka vit eina støðu, sigur Páll A. Klettskarð í kvøld. Hann sigur, at hann ikki merkti nakrar trupulleikar av skaðanum gjøgnum kappingina, men at hann misti nógv leikliga, tá hann sat uttanfyri í eini umráðandi tíð beint áðrenn kappingina.

Ikki nøktandi kappingarár

Tá vit annars koma inná júst farna kappingarár hjá KÍ, so heldur Páll ikki, at tað var nøktandi.

– Vit endaðu nummar 6, og tað er ikki nøktandi. Vit høvdu nakrar góðar sigrar, men so fáa vit ikki góð úrslit móti B68 og Skála. Og so vóru fleiri dystir, har vit mistu í seinastui løtu. M.a. móti NSÍ og AB. Og hetta kostaði í seinasta enda, sigur KÍ liðskiparin.