Helgi Abrahamsen, sum áðrenn fundin í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum í gjár segði seg vera ivasaman um hann framvegis hevði álit á Johan Dahl, er væl nøgdur við tað frágreiðing sum landsstýrismaðurin gav tingmanningini.

– Eg havi ikki hug at fara inn í smálutir, men har vóru ítøkilig viðurskifti á Strandferðsluni sum ikki vóru í lagið og tey hevur landsstýrismaðurin fingið í rættlag.
– Eg eri nøgdur við frágreiðingina og fari ikki at atkvøða fyri einum misálitið. Eg vóni ikki at andstøðan enn einaferð ferð at leggja fram eitt misálits uppskot sum er dømt at fella – tí er tað nakað sum undirgrevur skipanina, so er tað júst tað at uppskot um misálit verða brúkt til at markera politisk sjónarmið.
– I grannalondunum eru flokkarnir sera afturhaldandi við at leggja fram misálit, tí við at fella slík uppskot hevur løgtingið samstundis góðtikið alt sum er farið fram í málinum.
– Í Føroyum tykist andstøðan at brúka misálits uppskot til at senda politiskar rakettir upp í luftina og er hetta beinleiðis við til at undirgrava skipanina.