Einasta ivamál tykist vera í ÍF, sum saman við EB/Streymi eru einastu liðini í Effodeildini, sum ikki hava sett venjara.
Flestu liðini í Effodeildini hava sett høvuðsvenjara til komandi kappingarár. EB/Streymur, ÍF og FC Suðuroy hava ikki kunngjørt venjaran enn, men hjá FC Suðuroy tykist eingin ivi vera um, at tað verður Jón Pauli Olsen, sum heldur fram. Meðan Eliesar Olsen er favorittur at taka yvir í EB/Streymi. Hann hevur váttað, at hann tosar við EB/Streym um starv næsta ár, men dugur ikki at siga, um tað verður sum klubb venjari ella sum Effovenjari. Einasti spenningur tykist tí vera um starvið í ÍF. Favorittur er Jógvan Martin Olsen, sum í leysasøgunum er settur í samband við fleiri feløg og sum yvir fyri in.fo hevur váttað, at hann hevur fingið fyrispurningar frá fleiri feløgum. Tá segði hann eisini, at tað ikki var vist at hann bleiv venjari, tí arbeiðsumstøðurnar í einum felag skuldu passa til hansara. Eisini nú fyrrverandi KÍ venjarin Eyðun Klakstein hevur verið settur í samband við starvið í ÍF. ÍF hevur styrkt seg væl til komandi kappingarár, har Adeshina Lawal(B36), Andy Olsen(NSÍ) og André Olsen(B68) eru nýggir í hópinum. Adeshina var í ár millum bestu leikararnar í Effodeildini, meðan Andy var millum leikararnar, sum løgdu upp til flest mál.
Venjararnir í Effodeildini 2015 verða hesir:
B36: Sámal Erik Hentze
HB: Heðin Askham
Víkingur: Sigfríður S. Clementsen
NSÍ: Trygvi Mortensen
KÍ: Mikkjal K. Thomassen
AB: Oddbjørn Joensen
TB: Páll H. Guðlaugsson
FC Suðuroy: Jón Pauli Olsen (tó ikki undirskrivað)
Hesi lið hava ikki sett venjara:
EB/Streymur
ÍF
Les eisini:
– Vit tosa saman (Eliesar Olsen og EB/Streymur)




