Kanningarstjórin, Hans Gammeltoft Hansen, boðar í morgun frá at av praktiskum og kostnaðarligum umstøðum er gjørt av at stjórin í CIP og danski advokaturin sum ráðførdi landstýrið í málinum um Eysturoyartunnilin, sleppa frá at vitna alment í rættarsalinum í Havn og ístaðin verður samskift skrivligt millum partarnar.

Kanningarstjórin hevur sent stjóranum í CIP og advokatinum, Kurt Bardeldvini spurningarnar skrivliga og teir hava fingið freist til 15. november at svara. Síðani vera svarskrivini send pørtunum í málinum til viðmerkingar.
Tá so endaligu svarini fyriliggja verða tey almannakunngjørd.