Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Einans teoretiskir møguleikar fyri fullveldissamgongu?

John William Joensen

Í 2011 vóru 19 tinglimir valdir sum hoyra til flokkar ið taka undir við fullveldi, men sambært seinastu veljarakanningini er talið komið niður á 17. Man skal ongantíð siga ongantíð í politikki men tað er neyvan nakar sum í løtuni ímynda sær at Høgni Hoydal og Jørgen Niclasen taka saman hendur og skipað eina fullveldissamgongu. Og skuldu teir báðir álíkavæl funnið saman er neyðugt at Poul Michelsen og Jenis av Rana eisini semjast, og tað er neyvan sannlíkt. Miðflokkurin krevur nevniliga at ein slík samgonga bindir seg til ikki at atkvøða fyri at loyvt verður samkyndum at vígast og fyri Poul Michelsen er hetta ein prinsippspurningur.

Man skal ongantíð siga ongantíð í politikki men tað er neyvan nakar sum í løtuni ímynda sær at Høgni Hoydal og Jørgen Niclasen taka saman hendur og skipað eina fullveldissamgongu. Og skuldu teir báðir álíkavæl funnið saman er neyðugt at Poul Michelsen og Jenis av Rana eisini semjast, og tað er neyvan sannlíkt. Miðflokkurin krevur nevniliga at ein slík samgonga bindir seg til ikki at atkvøða fyri at loyvt verður samkyndum at vígast og fyri Poul Michelsen er hetta ein prinsippspurningur.

Hetta er stórt spell fyri tey sum ynskja føroyskt fullveldi og serliga tá hugsað verður um at sambært nýggjastu veljarakanningini fáa Fólkaflokkurin og Tjóðveldi hvør sínar 7 tinglimir, Miðflokkurin 2 og Framsókn 1, sum tilsamans gevur 17 tinglimir.

Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin standa til at fáa 16 atkvøður so tey sum eru fyri at skipað Føroyar sum fullveldi eru í meiriluta í løgtinginum. Men tað vóru tey eisini á løgtingsvalinum 2011 tá fullveldisflokkarnir fingu 19 tingsessir.