Veðrið í dag verður – júst sum tað var í gjár – eitt beinleiðis framhald av veðrinum í gjár. Aftur í dag er tað tað sama lágtrýstið, sum enn stendur vestan fyri Írland. Trýstið er nokkso lágt i miðjuni – í morgun klokkan 6 var tað niðri á 966 hPa. Rundan um hetta lágtrýstið melur vindurin ímóti klokkuni, og hetta merkir, at vit í Føroyum eru í norður-vestur kvadrantinum, og vindurin kemur úr landsynningi ella har á leið.

Verður hugt inn á heimasíðuna hjá Landsverki – lv.fo – so síggjast veðurstøðirnar vindin at koma úr landsynningi; vindferðin er eitt stívt andøvsgul til hvassan vind, 10 til 14 m/s. Tað er turt í Føroyum í morgun – tó okkurt undantak við fjallaregni. Hitin í morgun er máldur til 10-11 stig.
Í allan dag fer vindurin at koma úr landsynningi. Vindferðin fer at vera mestsum óbroytt í allan dag – vit fara at hava ein strúk í vindi og upp í eitt skrið, 13 til 18 m/s. Vit fara at hava skýggjað veður í dag við ælingum ella sólglottum ymsastaðni í landinum – tað velst um staðið, hvørt landsynningur er góð ætt ella ikki.