Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Størsta skommin í søguni hjá fótbóltinum í Grikkalandi

Jákup Ósá

Tað sigur ein ítróttarskrivari úr Grikkalandi við Norðlýsið. So nógv fekk Ranieri fyri at fara úr starvinum.

Tað sigur ein ítróttarskrivari úr Grikkalandi við Norðlýsið.

Antonis Oikonomidis er ítróttarskrivari hjá grikska blaðnum Sportday. Blaðið ger nógv burturúr fótbóltslandsliðnum. Norðlýsið hevur spurt um, hvussu Grikkaland hevur reagera uppá tapið í gjár.

– Øll eru ill og eru í ”chok” og Ill inná fótbóltssambandið, sum í skundi koyrdi allan venjarahópin og fólkini hjá Fernando Santos (venjari hjá Grikkalandi frá 2010 til 2014) til hús og handaði okkara landslið til Claudio Ranieri, sum einki visti um liðið og hjálparleysur oylegði liðandan og trúnna í fólkinum á grikska landsliðið. Hetta er fyrstu ferð í okkara søgu, at vit hava tapt tríggjar heimadystir á rað. Hetta er okkara vánaligasta byrjan í eini undankapping. Og tað er pínligt. Fyri fýra mánaðum síðani var bara eina brotssparkskapping frá at koma millum tey seinastu 8 liðini í HM endaspælinum. Hetta er klárt tann dysturin í søguni hjá Grikkalandi, sum hevur gjørt okkum mest illa við, sigur Antonis.

– Men føroyska liðið fær bara rós her. Føroyar burdu vunnið meir. Eingin verður nevndur, tí eingin kennir nakran leikara. Men eitt flott liðavrik.

– Ranieri vildi av taktiskum orsøkum ikki siga seg úr starvi. Tí bleiv hann uppsagdur, so hevði hann rætt uppá knappar 12 milliónir krónur í endurgjaldi. Teir pengarnir hevur grikska fótbóltssambandið ikki. Í morgun møttust Ranieri og Giorgos Sarris, forseti í grikska fótbóltssambandinum, og teir funnu gjaldsloysn. Ranieri fær eitt stað millum 3,7 og 4,5 milliónir fyri at fara úr starvinum. Men hetta er tað minsta. Øll eru í øðini inná Ranieri, forsetanum og politikkinum hjá honum, sigur Antonis Oikonomidis við Norðlýsið.

Harleywoodpaint