Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stíf vann tepurt

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

Myndarøð: Tað eydnaðist ikki Team Klaksvík at vinna sín fyrsta heimasigur í ár í dag og ei heldur sín næsta sigur á rað fyri fyrstu ferð í fleiri ár.

Tað sá annars gott út hjá heimaliðnum, tí tá fyrri hálvleikur var umleið hálvrunnin, so var støðan 8-4 til Team Klaksvík, og nærum alt riggaði. Men so tók STÍF ”time out”, og frá tí vóru tað strandingar, sum stýrdu tí mesta. STÍF fekk eina leiðslu á 2-3 mál og hana helst útiliðið restina av dystinum. STÍF vann dystin 24-21.
Hjá Team Klaksvík var málverjin Dragan Kondic besti leikarin, meðan eingin útileikari skoraði meir enn 4 mál. Hjá STÍF var Pætur Johansen toppskjútti við 9 málum, meðan Kjartan Johansen skoraði 6 mál. Dómaraseðilin er viðheftur niðanfyri.