– Nøkur foreldur hava seinastu tíðina ikki fingið teirra børn á dagstovn, tí allir eru fullir, men nú er ein loysn funnin á hesum jaliga trupulleika við at uppnormera dagrøktarskipanina, sigur Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini Børn og Ung.
– Nøkur foreldur hava seinastu tíðina ikki fingiðteirra børn á dagstovn, tí allir eru fullir, men nú er ein loysn funnin á hesumjaliga trupulleika við at uppnormera dagrøktarskipanina, sigur Jóhann Lützen,formaður í Trivnaðarnevndini Børn og Ung.
-Táið eg varð gjørdur varugur við, at foreldur ikki fingu síni børn ansaði, baðeg umsitingina um at lýsa málið og koma við tilmælum um loysnir fyri, hvussuvit kunnu tryggja, at kommunan hevur pláss til børn i ansingarskipanini, og viðstøði í hesum tilmæli hevur býráðið nú samtykt at uppnormera barnaansingina viðnøkrum plássum.
Tilmæliðvarð lagt fyri Trivnaðarnevndina Børn og Ung í november, og samtykti nevndineitt tilmæli, sum bæði Fíggjarnevndin og býráðið einmælt tóku undir við.
-Sett verður á stovn ein smábarnastova í Spælistovuni hjá dagrøktarskipanini.Hetta gevur nøkur eyka dagrøktarpláss aftrat í barnaansingini, sum er neyðugtfyri at varðveita ansingartrygdina í kommununi, sigur Jóhann Lützen og legguraftrat, at skipanin í fyrsta umfari er sett í verk til komandi summar, tá iðhon verður eftirmett.
-Seinasta nøgdsemiskanningin staðfesti, at foreldur eru væl nøgd við tænastuna,tey fáa frá dagrøktarskipanini. Somuleiðis seta fólk prís uppá, atbarnaansingarskipanin er fjølbroytt og bjóðar fleiri ymisk ansingartilboð. Millumannað hesi viðurskifti liggja til grund fyri, at vit í hesum føri hava valt atuppnormera innan júst dagrøktarskipanina.
Taðeru tíðarskeið í árinum, har stígur kemur í at fáa børn inn í barnaansingina.Seinastu árini er henda støða íkomin um vári, men í ár er øðrvísi, tí nú erstígur íkomin longu nú í oktober/november. Tað merkir, at tað júst nú er eittrímiliga stórt trýst á at fáa børn inn í vøggustovu/dagrøkt (børn undir 3 ár),og fólk standa á bíðilista eftir plássi.
-Men eftir hesa samtyktina, verða brøv nú send út til foreldrini, har tey fáatilboð um dagrøktarpláss í skipanini frá 1. januar 2015, upplýsir JóhannLützen.
Smábarnastova í dagrøktarskipanini
Dagrøktarskipaninverður nú umskipað, soleiðis at øll børn í dagrøkt, sum eru eldri enn 2 – 2½ár, verða flutt úr dagrøktarheiminum og ístaðin fáa tilboð um pláss í Spælistovuniburturav, sum við hesum verður eitt slag av smábarnastovu, harnámsfrøðingur/hjálparfólk verða sett at hava ábyrgd av hesum aldursbólki.
Frammanundaner eitt hjálparfólk í Spælistovuni, sum tekur ímóti og er um tey børn, sum komaí gestarøkt. Á henda hátt gerast pláss tøk í dagrøktarheimunum fyri tey, sumeru yngri enn 2 ár.
Útfráeinum fakligum sjónarmiði verður mett, at uppskotið er ein góð loysn. Børnini,sum tað snýr seg um, hava ein aldur, har tey eru áhugað í at vera saman viðsínum javnaldrum, og tey fáa nakrar royndir við á leiðini til teirra næstastig, sum er at flyta í barnagarð.
-Eg eri ómetaliga fegin um, at býráðið stóð saman í hesum málinum, tí vit vitahvussu stóran týdning tað hevur fyri trivnaðin, at foreldur og avvarðandi fáasíni børn í ansing. Sum samfelagið er innrættað í dag, ber tað nærum ikki tilat liva og virka, uttan at børnini fáa pláss í ansingarskipanini, meðan foreldrini eru til arbeiðis, sigurJóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini Børn og Ung, sum leggur aftrat, ateitt av næstu átøkum hansara innan barnaansingarøkið verður – í samráð við leiðararnarinnan økið – at gera eitt tilmæli um eina langtíðar íløguætlan fyribarnaansingina.




