Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Málið um sóknarprest í Klaksvík dregur út

Norðlýsið

Tann 19. juni fekk Magnus E. B. Jørgensen, sóknarprestur eina fundarinnkalling frá Jógvan Fríðrikkson har bispur vísandi til eitt ”bræv úr Klaksvík” gjørdi greitt at Bispur ikki longur kundu liva við ávísum viðurskiftum og síðani hevur sóknarpresturin ikki verið til arbeiðis eftir ynski frá bispi.

Tann 19. juni fekk Magnus E. B. Jørgensen, sóknarprestur eina fundarinnkalling frá Jógvan Fríðrikkson har bispur vísandi til eitt ”bræv úr Klaksvík” gjørdi greitt at Bispur ikki longur kundu liva við ávísum viðurskiftum og síðani hevur sóknarpresturin ikki verið til arbeiðis eftir ynski frá bispi.

Biskupur miðar eftir at finna ein endaliga loysn á málinum.

Í stuttari viðmerking sigur Jógvan Fríðrikkson, at tala er um eina sera trupla støðu sum fer at krevja tíð.

Magnus E. B. Jørgensen er danskur tænastumaður og er í starvið hjá danska kirkjumálaráðnum, og er útlæntur til Mentamálaráðið og sum er í starvið í Klaksvík undir uppsýn av Føroya bispi. Hann er tí at rokna sum limur hjá baði føroyska og danska prestafelagnum. Samskiftið millum bisp og prest gongur tí umvegis Mentamálaráðið, danska kirkjumálaráðið og føroyska og danska prestafeløgini.

Tí er talan um eitt sera trupult mál at loysa teknist og tí tekur tað tíð.

Men hetta ger at vit samstundis eru noydd at lýsa eftir sóknarpresti at virka í tíðaravmarkaðum starvið, sigur Jógvan Fríðrikkson í stuttari viðmerking.

LÝSING:

Søkt verður eftir sóknarpresti til tíðaravmarkaða tænastu í Norðoya vestara prestagjaldi. Talan er um tíðarskeiðið 15. januar til 31. august 2015.

Sóknarpresturin verður sáttmálasettur, og lønin er samsvarandi galdandi sáttmála á økinum.

Biskupur ger avtalu við tann (m/k), ið settur verður, um bústaðarviðurskiftini.

Í prestagjaldinum eru fimm kirkjusóknir: Mikladals, Húsa, Árnafjarðar, Kunoyar og Klaksvíkar kirkjusókn.

Gudstænastur verða hildnar á ellis- og røktarheimi, sambýlum og Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. Umsøkjarar, ið ikki eru prestvígdir, senda váttan frá pastoralseminarium saman við umsóknini.

Eru fyrispurningar ella ivamál, eru tygum vælkomin at ringja ella skriva til biskupin. Telefon 311995 ella jf@folkakirkjan.fo

Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, FO-100 Tórshavn. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 18. desember 2014, kl. 12.00. stift@folkakirkjan.fo