Hetta er ein konsert, har bólkurin fer at framføra nøkur av kendu løgum teirra, umframt fleiri onnur.
Hetta er ein konsert, har bólkurin fer at framføra nøkur av kendu løgum teirra, umframt fleiri onnur.
Men tað er kortini eitt annað sum ger hesa konsertina serstaka – í roynd og veru er talan samstundis um eina upptøku.
Bólkurin ætlar nevniliga at taka konsertina upp, bæði við myndum og ljóði.
Hetta verður gjørt í samband við verkætlan teirra, sum í roynd og veru hevur fýra endamál: At seta fokus á bólkin, at seta fokus á Spaniastovu og at seta fokus á Klaksvík. Somuleiðis ynskja teir at lýsa umhvørvið á hesum søguliga staði.
Teir í bólkinum søktu Mentunargrunnin í Klaksvík um stuðul til hesa upptøkuna, og fingu hann játtaðan.
Nú verður alt so til veruleika, tá dyrnar verða lætnar upp í Spaniastovu leygarkvøldið.
Atg.m. kunnu bíleggjast á tlf. 457151 og avheintast í Leikalund yrkadagar kl 10-15.




