Harley
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lawal ársins leikari av røttum

Jákup Ósá

Ein menniksjaligur feilur í samanteljingini gjørdi, at Adeshina Lawal gjørdist ársins leikari í 2014 og ikki Lukasz Cieslewicz.

Seinasta fríggjakvøld skipaðu Miðlahúsið og FSF fyri at velja tey bestu hetta kappingarárið. Ársins leikari hjá monnum tað kvøldið gjørdist Lukasz Cieslewicz. Men nú boðar Miðlahúsið frá, at eitt mistak ger, at Adeshina Lawal av røttum er ársins leikari í 2014. Tað eru atkvøðurnar hjá Gert Hansen, liðskipara ha EB/Streymi, sum venda á ”høvdinum” skilt á tann hátt, at allar hansara atkvøður fyri tí besta leikaranum eru endaðar at blíva til tann 3. besta og øvugt. Tær broytingarnar gera, at heiðurin fer frá Cieslewicz og til Lawal. 
Sostatt er endaliga staðfest, at Adeshina Lawal er ársins leikari í Effodeildini 2014.