Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Meðan politiskt ráðaloysi valdar, máast grundstøðið undan Heilsuverkinum í Føroyum

Jan Rasmussen

Føroyska samfelagið má í størsta mun metast at vera bæði nútímans og framkomið. Eitt samfelag, sum strembar móti at vera á støði við vælferðarsamfeløgini í okkara grannalondum, ið teljast millum tey fremstu í heiminum. Eitt vælferðarsamfelag hvílir tó á nøkrum grunnleggjandi súlum, ið ikki mugu svíkja, tí annars koppar tað heila.

Tórshavn, 1. desembur 2014

Føroyska samfelagið má í størsta mun metast at vera bæði nútímans og framkomið. Eitt samfelag, sum strembar móti at vera á støði við vælferðarsamfeløgini í okkara grannalondum, ið teljast millum tey fremstu í heiminum. Eitt vælferðarsamfelag hvílir tó á nøkrum grunnleggjandi súlum, ið ikki mugu svíkja, tí annars koppar tað heila. Ein av hesum berandi súlum er eitt vælvirkandi heilsuverk, ið skal tryggja, at allir íbúgvarnir í samfelagnum fáa eina so góða og skjóta útgreining og viðgerð sum gjørligt, tá teir gerast sjúkir. Hetta er eisini galdandi í Føroyum. Um Føroyar vilja hava eitt vælferðarsamfelag í heimsflokki, so mugu vit hava eitt heilsuverk í heimsflokki. Ber tað til? Ja, tað ber avgjørt til. Vit hava enntá sera góðar fortreytir fyri, at tað skal bera til.

Hóast nógvir starvsbólkar tørvast í einum vælvirkandi heilsuverki, so er tað ein veruleiki, at týðningarmiklasti tátturin er tann læknafrøðiligi førleikin, fyri at tryggja, at útgreiningin og viðgerðin skal vera á einum nøktandi støði. Fáar tjóðir eiga so nógvar útbúnar læknar sum føroyingar í mun til íbúgvaratalið, og fáar tjóðir munnu hava so nógv ung í lestri at gerast læknar sum Føroyar. Men fáar framkomnar tjóðir munnu eisini hava so trupult við at fáa sínar útbúnu læknar at koma heim aftur. Veruleikin er, at hóast nógvir føroyingar hava fingið læknaprógv gjøgnum ár og dag, so er tað bert ein minni partur, ið er komin aftur til Føroyar at virka. Summi koma bert at vera eina stutta tíð sum hjálparlæknar og fara síðani av landinum aftur at gerast serlæknar, og vit síggja tey ikki aftur. Nøkur hava tó havt hug og treysti at koma heim at virka í tí føroyska heilsuverkinum og nýta sína stóru servitan til gagns fyri sjúklingin.

Fyri 50-60 árum síðani skuldi ein lækni kunna taka sær av tí mesta. Men so líðandi eru tíðirnar broyttar, og læknafrøðin er vorðin so umfatandi og torskild, at tað er ikki ráðiligt longur, at læknar fevna um meira enn eitt einstakt serøki. Í hesum serøkinum verður so kravt av teimum, at teir skulu tryggja, at teirra vitan og atgerðir eru á hægsta altjóða stigi. Tað krevur samfelagið, sjúklingurin og læknin sjálvur. Men tað krevur eisini nøktandi karmar at virka undir.

Skal føroyska heilsuverkið støðugt mennast og málsetningurin røkkast, um at vera á minst líka høgum støði sum okkara grannalond, so má politiski myndugleikin áhaldandi stuðla og tryggja, at hetta ber til. Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur evstu ábyrgd á økinum. Tað er ikki annað enn rímiligt, at vit sum læknar í føroyska heilsuverkinum kunnu hava álit á, at landsstýrismaðurin og hansara umsiting lurta og fremja átøk, sum eru grundaði í fakligum tilráðingum. Og er vandi fyri, at ávís serøki gerast illa sperd, so verður gjørt nakað munagott beinanvegin. Hetta er tó ikki veruleikin í dag. Heldur hinvegin eru nú fleiri dømi, har landsstýrismaðurin ger beint ímóti bæði fakligum tilráðingum – og tykist heldur als ikki hava nakra miðvísa ætlan fyri at loysa stórar trupulleikar við at manna serlæknaøki og at halda uppá fólk, ið vit longu hava.

Føroyska sjúkrahúsverkið hevur tíverri longu mist onkran av sínum dugnaligastu serlæknum, og fleiri kunnu vera á veg, um ikki hesir kenna seg hoyrdar og virdar. Fleiri serlæknaøki standa fyri hóttafalli, tí verandi serlæknar eru við ella longu hava rokkið pensjónsaldur – hesum tykist als ikki vera lagt upp fyri. Nei, heldur enn at royna miðvíst at tryggja so góðar karmar sum gjørligt hjá teimum sera royndu og dugnaligu serlæknunum, so teir kunnu trívast, við t.d. at lætta um ovurstóru vaktarbyrðuna, so verður gjørt beint øvugt, tí arbeiðsbyrðan bara veksur og veksur.

Stór sjúkuøki eru ikki mannaði við serlæknum – í besta føri koma útlendskir serlæknar, sokallaðir konsulentar, heim í styttri tíðarskeið nakrar ferðir um árið. Men sjúklingarnir eru ella gerast eisini sjúkir, tá konsulentarnir eru farnir heimaftur – tískil eru konsulentskipanir bert ein neyðloysn í flestu førum. Og av royndum skapa konsulentskipanir eina eyka arbeiðsbyrðu fyri teir staðbundnu læknarnar, tí ofta eru nógvir tráðir eftir at knýta, tá konsulentarnir ikki eru til staðar meira.

Heilsumálaráðið skuldi í ár koma við einum boði upp á, hvussu sjúkrahúsverkið skal skipast í framtíðini – men hetta er útsett til komandi ár, og er tað nokk ivasamt, um tað yvirhøvur kemur, áðrenn eitt nýval verður útskrivað. Tað tykist meira lagaligt ikki at taka nakra støðu, og bendir hetta á eitt ráða- og máttloysi frá politiska myndugleikanum á økinum.

Ein heilsunýskipan við heilsudeplum varð fráboðað fyrr í ár. Hetta, uttan at kommunulæknarnir høvdu havt eitt veruligt høvi at siga sína hugsan og mynda tilgongdina og úrslitið. Á várfundi í Læknafelagnum í ár gjørdist greitt, at kommunulæknarnir kendu seg ikki tryggar við uppskotið og varð bræv sent til Heilsumálaráðið, har gjørt varð vart við hetta. Vit hoyrdu ongantíð aftur frá Heilsumálaráðnum. Tá undirritaði varð valdur formaður í Læknafelagnum í fjør, fór eg á fund við Landsstýrismannin og aðalstjóran at tosa um støðuna í Heilsuverkinum. Tá gjørdi eg greitt, at vit í Læknafelagnum vildu sera gjarna spæla ein virknan leiklut at ráðgeva landsstýrismannin og hansara umsiting í mesta mun. Tey skuldu bara siga til – men Heilsumálaráðið hevur ongantíð biðið um fund aftur.

Almennu Føroyar hava bert eitt avmarkað tilfeingi at nýta í almenna rakstrinum hvørt ár. Landsstýrismaðurin í heilsumálum er bundin av eini játtan, ið hann skal halda seg innanfyri. Skilligt er, at tað er trupult at gera nýggj átøk, um peningurin ikki strekkir til, serliga í sjúkrahúsverkinum. Men tá politiski myndugleikin ikki megnar at gera neyðugar raðfestingar og broytingar í serliga bygnaðinum av sjúkrahúsverkinum, so orkan og førleikarnir verða savnaðir heldur enn spjaddir, so má játtanin til sjúkrahúsverkið ístaðin hækkast heldur enn skerjast. Um verandi gongd heldur fram, so verða tað tey allarveikastu í okkara samfelagi, sum í síðsta enda mugu rinda prísin, nevniliga sjúklingurin. Vit skylda okkara sjúklingum og okkum sjálvum at standa saman um okkara heilsuverk, heldur enn at klandrast og togast, ið lítið gott kemur burturúr.

Eg havi eina greiða vón um, at vit, við teimum røttu átøkunum, kunnu venda gongdini. Vit hava, sum nevnt, nógvar góðar læknar bæði her á landi og uttanlanda, sum kunnu lyfta uppgávuna at gera føroyska heilsuverkið til eitt av heimsins bestu. Vit kunnu hava tær sergreinarnar mannaðar, ið vit skulu hava í Føroyum, um vit bera rætt at. Vit kunnu fáa eitt gott og mennandi arbeiðsumhvørvi fyri allar læknar í Føroyum, til gagns fyri sjúklingin, um vit leggja í. Men tað krevur at myndugleikin spælir ein nógv virknari og lagaligari leiklut, har stungið verður út í kortið saman við fakfólkunum – luturin hjá Læknafelagnum og limum tess skal so ikki liggja eftir.

Jan Rasmussen

Formaður í Læknafelag Føroya