Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Summar Festivalurin kunnger høvuðsnavn í dag

Tíðindaskriv

Seinnapartin avdúkar Summar Festivalurin høvuðsnavnið til festivalin næsta ár.

Seinnapartin avdúkar Summar Festivalurin høvuðsnavnið til festivalin næsta ár.

Í dag ljóðar startskotið til Summar Festivalin 2015, sum verður hildin ídøgunum frá 6. til 8. august.

Forsølan til Summar Festivalin byrjar seinnapartin í dag í sambandi við, at Summar Festivalurin kunnger høvuðsnavnið til festivalin næsta ár.

Avdúkingin av høvuðsnavninum verður gjørd í sending á Rás2 eftir kl. 15.00 í dag. Sent verður ein tíma við práti við fyrireikara, tónleiki hjábólkinum, ið verður avdúkaður, og lurtarakapping um atgongumerki.

Í fjør var amerikanski rockbólkurin Twisted Sister høvuðsnavn á SummarFestivalinum, og fyrireikararnir siga, at teir draga eina minst líka spennandi kanin burtur úr hattinum seinnapartin í dag.

Atgongumerki til Summar Festivalin verða seld á heimasíðuni sf.fo eftiravdúkingina í dag og frá í morgin í Telebúðum. Fyrsti prísurin áatgongumerkjum verður 750 krónur, men bert 1500 stk verða seld fyri hendan
prísin.

Harleyfacadeacryl