Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyingar hittast til jólagudstænastu í Oslo í morgin

Norsk-færøysk lag

Í morgin, sunnudagin 7. desember, klokkan 15 verður føroysk jólagudstænasta við føroyskum sálmum og føroyskari prædiku í ensku kirkjuni í Oslo. Føroysk jólagudstænasta hevur verið í Oslo í desember á hvørjum ári síðani miðskeiðis í 90’unum.

Tað verður Pauli Berthelsen, ið lesur gudfrøi á Menighetsfakultetet í Oslo, ið skal halda prædikuna. Eitt barnakór verður við. Aftaná gudstænastuna verður høvi at fáa ein drekkamunn og okkurt gott afturvið.

Gudstænastan er í ensku kirkjuni, ið liggur í miðbýnum, og er at finna á hesi adressuni: St. Edmunds Church/Den engelske kirke, Møllergata 30 í Oslo.

Harleyfacadeacryl