Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Steðga stuðlinum til arbeiðsleysar innflytarar

Danial Viðoy

Nú er tíð upp á at steðga stuðlinum til arbeiðsleysar innflytarar, sigur Pia Kjærsgaard. Hon sigur hetta í kjalarvørrinum av eini kanning, sum vísir, at einans 47,3 prosent frá ikki-vestligum londum eru í arbeiði. Tað er ikki nøktandi, og tí mugu vit vísa hvar skápið skal standa!

Nú er tíð upp á at steðga stuðlinum til arbeiðsleysar innflytarar, sigur Pia Kjærsgaard. Hon sigur hetta í kjalarvørrinum av eini kanning, sum vísir, at einans 47,3 prosent frá ikki-vestligum londum eru í arbeiði. Tað er ikki nøktandi, og tí mugu vit vísa hvar skápið skal standa!

Høga talið av arbeiðsleysum innflytarum er m.a. orsakað av, at tað er alt ov lætt at fáa pening/stuðul frá landinum, metir Pia Kjærsgaard úr Danska Fólkaflokkinum.

– Vit hava gingið eina skeiva leið í alt ov nógv ár, tí vit hava ikki sett nøkur sum helst krøv til innflytararnir. Teir eru slopnir alt ov lætt. Vit hava í staðin fyri at krevja eitt sindur av teimum, bjóða teimum pengar í stórum mongdum. Og tað er ikki gott fyri eitt menniskja. Vit mugu seta krøv, soleiðis at innflytararnir síggja, at tað er neyðugt at útinna, fyri at fáa, greiðir Pia Kjærsgaard frá.

Tað er tíð upp á at gera okkurt við hendan trupulleikan sum skjótast, soleiðist at fleiri útlendingar koma til arbeiðis. Men tað er avbjóðandi sigur hon, serliga hjá kvinnum við turriklæðum og muslimskari mentan.

– Fyrst og fremst skulu muslimar taka danska mentan til sín, um teir yvirhøvur vilja vera her hjá okkum. Tað er sum skilligt trupult, serliga hjá kúgaðum kvinnum. Muslimsk mentan er nevniliga soleiðis háttað, at kvinnan ikki er so nógv í metum. Nógvar kvinnur sleppa ikki á arbeiðsmarknaðin, orsaka av sínum monnum. Tær eiga at vera heima, eftir teirra tykki. – Men tað gongur ikki í Danmark, leggur Pia dent á.

– Tí mugu vit royna at steðga peningaligum stuðli, soleiðis at tey verða noydd at fara út á arbeiðsmarknaðin. Vit kunnu ikki bara lata standa til, tí so broytist hesin hugburður ongantíð, sigur Pia Kjærsgaard at enda.

Kelda: politiko.dk

LES EISINI: TAÐ SKAL VERÐA MØGULIGT AT SENDA FLÓTTAFÓLK HEIMAFTUR