Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað nýggjasta um ringa veðrið

Hanus Kjølbro, Sjónám

Í morgun er eitt kalt luftrák inn yvir oyggjarnar. Luftin stavar úr Norðureysturgrønlandi. Flestu veðurstøðirnar hjá Landsverki siga frá kavaveðri so ella so – annaðhvørt sum avfall ella sum jarðrok – og vindferðin er hvassur vindur, 10 til 15 m/s. Allastaðni verður ávarað um hálku – hitin í Føroyum í morgun liggur ímillum minus eitt stig og pluss tvey stig.

Hetta veðrið fer at vera allan fyrrapartin og eitt sindur út á seinnapartin í dag. Tá fer ein hátrýstryggur at stinga seg upp sunnanífrá. Tá verður minni vindur. So hvørt sum tað djúpa lágtrýsti nærkast vestanífrá, fer ættin at gerast sunnan, og vindurin fer at veksa aftur. Um middnáttarleitið í kvøld er vindurin komin upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s.

Í nátt verðður vindferðin verandi um hvassan vind ella har á leið, men út á morgunin fer vindur at veksa upp í storm ella hvassan storm, 25 til 28 m/s, við strongum hvirlum. Ættin verður sunnan; seinni útsynningur-vestan. Frá tí at vindurin fer at veksa í nátt og allan fyrrapartin fer at regna, ella møguliga kavi ella vátakavi. Fleiri brúgvaløg eru knýtt at hesum lágtrýstinum, møguliga verður onkur glotti ímillum brúgvaløgini.

Tað sær í løtuni út til – líkasum skrivað varð í gjár – at tað ringasta veðrið verður í morgin fyrrapartin, og at vindferðin verður upp í hvassan storm við harðari hvirlum.