Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hesin nósin lá norðanfyri byrgingina um Haraldssund

Oliver Joensen

 Tað kemur ofta fyri at tú sært smáar nósar norðanfyri byrgingina í Haraldssundi, frá september og út ímóti jólum, kanska serliga aftana at nógv alda hevur verið norðanfyri.

Tað vóru teir báðir Magnus Andreasen og Sólbjørn Hansen, sum søgdu okkum frá og sum høvdu sæð lítla nósan í fjørðuni norðanfyri byrgingina kunoyarmegin. Vit samdust um, at rættast var at bera hann suður um byrgingina, tí har var lagalagari veður í løtuni í hvussu so er. Ein roynd at geva honum fisk at eta gav onki. Nósin vildi snøgt sagt ikki eta frá okkum hóast flakið var bæði beinfrítt og feskt.

Tá nósin kom á sjógv sunnanfyri byrgingina kavaði hann og vit sóu hann ikki aftur. Hann sýntist at klára seg, hóast hann snoraði illa, sum sæst á myndunum.

Bjarni Mikkelsen frá náttúrugripasavninum sigur um kóp, at teir fáa ungar frá september og til nú. Tað er so, at teir klókastu av teimum fáa fyrst ungar, ímeðan teir kóparnir sum eiga fyri fyrstu ferð ofta eru teir sum seint fáa ungar.

Tað er ringt at fáa tamt kóp, og lítlar nósar er eisini sera ringt at fáa at eta nakað sum helst. Helst skal man trýsta eina slangu niður í magan av teimum og matað teir á tann hátt, men sjálvandi, tað er ikki bara at siga tað at brúka tann háttin, og harafturat er tað sera tíðarkrevjandi.

Bæði í Danmark og Onglandi hava teir roynt at tikið kóp inn, tí teir hava onkuntíð mett, at stovnurin hevur verið hóttur. Men tað hevur gingið sera striltið at fáa teir at yvirlivað í fangilsi. Bert um helvtin av upptiknu kópunum hava klára tað, og tað er ógvuliga tíðarkrevjandi at røkja slíkar. So hevur spurningur eisini verið reistur, hvussu nógvir av teimum sum yvirlivað í fangilsi klára seg tá teir eru komnir út aftur í náttúruna.

Tá vit spyrja Bjarna Mikkelsen, hvussu kópurin við Føroyar hevur tað, so sigur hann, at tað vita tey frá náttúrugripasavninum í veruleikanum lítið um. Vit sigla onkuntíð fram við landi og hyggja soleiðis hissini og tað er tað. Alingin sjálvandi hon tekur nakað, men tíbetur eigur og heldur kópur til eisini á teim brimbardu økinum í Føroyum. Men tað er onki at taka seg aftur í, at kópurin við Føroyar er als ikki so talsterkur, sum hann var í 70 unum og 80 unum, sigur Bjarni Mikkelsen at enda.